Føroyar halda sponsku stjørnunum frá fatinum

U-21 landsdystur: Eftir fyrra hálvleik er tað framvegis málleyst í góðveðrinum á Tórsvølli

Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, har føroyska U-21 landsliðið í kvøld hevur vitjan av Spania í EM undankappingardysti.

Tað var einki annað enn væntandi, at sponsku stjørnurnar fóru at hava bóltin væl meiri enn heimamenninir, og soleiðis hevur tað verið í fyrra hálvleiki.

Men støðan er framvegis málleysur javnleikur.

Nógv tann størsta partin av tíðini hava sponsku spælararnir víst, hvussu dugnaligir teir eru í at spæla skjótt og hugflogsríkt saman, men teir hava ikki skorað mál í fyrra hálvleiki. Tað kemst eisini av, at Rói Zachariasen hevur verið stinnur í føroyska málinum.

Fram ímóti steðginum vóru Føroyar tætt við, tá ið talan var um horna úr høgru og góða roynd hjá Peturi Knudsen, sum er liðformaður.

Tað vóru seks avboð undan hesum dystinum. Men Sámal Erik Hentze, venjarin, hevur megnað væl at skipa liðið, sum arbeiðir væl saman og flytur seg væl á vøllinum.

Spurningurin er so, hvussu tað fer at verða í seinna hálvleiki. Tað, sum verður serliga avgerandi, er, hvussu nógva orku føroysku amatørarnir fara at hava sammett við sponsku fulltíðar yrkisspælararnar.

 

Føroyar – Spania kl. 17.45

U-21 EM undankappingardystur

Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Lukas Giessing, Petur Knudsen, Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Andri Julin Benjaminsen.