Føroyar gerast partur av norðurlendskum undirvísingarportali

(Ljóðsamrøða) Hoyr Thomas Henriksen frá "Norden i skolen" greiða frá norðurlendska undirvísingarportalinum

 

Í hølinum hjá "Námi" í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72 í morgin klokkan 9.15 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna, alment at lata upp fyri føroyska partinum av hesum stóra læruportalinum, sum vendir sær til lærarar og næmingar frá 1. flokki upp til miðnámsskúla. Høvuðsfakini á portalinum eru Mál & Mentan og Veðurlag & Náttúra við eini ørgrynnu av greinum, søgum, frásøgnum og filmum við tilhoyrandi uppgávum, ið eru lagaðar eftir aldursstøðinum.

 

Á nordeniskolen.org er eisini møguligt at finna vinaflokkar úr øðrum Norðurlondum.

 

Nordeniskolen.org er ein læruportalur, mentur av FNF, Samband norrønu felaganna, og á tiltakinum mikudagin er Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, til staðar og kann greiða nærri frá tilboðnum.

 

Millum tey, sum hava gjørt føroyska tilfarið á undirvísingarportalinum eru Vár í Ólavsstovu, Ingi Samuelsen og Heiðrikur í Heygum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina ljóðsamrøðu, har Thomas Henriksen greiðir frá verkætlanini, og hvønn leiklut Føroyar spæla í verkætlanini.