Føroyska fótbóltslandsliðið hevur longu í 9. minutti framt fyrstu skiftingina í EM undankappingardystinum í Kiev ímóti Ukreina.
Mikkjal Thomassen, sum í fyrireikingunum undan uppgerðini var ivasamur, var millum teir fyrstu ellivu, men hann noyddist at gevast eftir átta minuttir.
Tem Hansen úr Lyngby er komin inn á sentrala miðvøllin, har hann er undir liðini á Atla Danielsen.
Føroyska liðið hevur fyrstu 10 minuttirnar lagt serligan dent á verjuspælið.
Støðan eftir 26 minuttir er framvegis málleysur javnleikur.
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Jón Rói Jacobsen, Einar Hansen - Símun Samuelsen, Atli Danielsen, Mikkjal Thomassen (Tem Hansen, 8.), Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen, Christian Lamhauge Holst.










