Føroyar eru viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum

Bogi Hansen, professari, segði, at vit kunnu vænta okkum fleiri ódnir, enn vit hava sæð higartil, bæði tropiskar ódnir, men eisini ódnir her um okkara leiðir. - Avleiðingar av veðurlagsbroytingum kunnu verða, at rákið av heitum sjógvi um okkara leiðir fer at vikna, og soleiðis kann gróðurin í havinum, sum er grundarlagið undir øllum lívi, eisini broytast, segði Bogi Hansen, professari í havfrøði

Móttøka

Á vælmøttari almennari samkomu í Nóatúni seinnapartin hósdagin tilnevndi Jóan Pauli Joesen, rektari, Boga Hansen til professara við Fróðskaparsetur Føroya. Formelt eitur tað, at Bogi nú verður adjungeraður professari í havfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Bogi er útbúgvin cand. scient. í alisfrøði og lic. scient. í havfrøði.
Árini, 1975 til 1982, var hann lektari í alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og síðani 1982 hevur hann starvast sum havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.
Bogi er virkin í fleiri altjóða granskingarverkætlanum og hevur skrivað hópin av greinum og bókum um evnir, sum snúgva seg um havfrøði.
Hósdagin fekk havfrøðingurin, sum Jóannes Ejdesgaard løgmaður tók til, bæði upp í posa og sekk, tí longu áðrenn almennu tilnevningina sum professari, var greitt, at hann eisini fær norðurlendsku umhvørvisviðslønina hjá Norðurlandaráðnum sum er 350.000 krónur.
Eftir formellu tilnevningina við professarabrævinum, sum Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya stóð fyri og handaði, helt Bogi Hansen ein stuttan, men áhugaverdan fyrilestur um havstreymar og veðurlagsbroytingar. Hetta var ein sonevndur starvstøkufyrilestur undir heitinum, "Veðurlag, hav og fiskur".
Bogi helt fyri, tá ið hann fekk orðið, at hann ikki skuldi keða mannamúgvuna við einum longum fyrilestri um veðurlag, hav og fiskastovnar.
Hann vísti á, at seinastu 140 árini er miðalhitin á jørðini vaksin meira enn eitt hálvt stig og serliga tey seinastu 20-30 árini hevur økingin verið stór, helst av mannaávum.
- Væntandi er, at økingin í miðalhitanum verður uppaftur størri tey komandi 100 árini. Onkur sigur, at miðalhitin fer at veksa hálvt annað stig, onkur annar sigur eini seks stig. Óvissa er sjálvandi um, hvussu stórur hitavøksturin verður, men eingin ósemja er um, at hitin á jørðini fer at veksa. Onkrastaðni fer tað at regna meira  og aðrastaðni verður tað turrari, enn tað er í dag.
Bogi segði, at vit eisini kunnu vænta okkum fleiri ódnir, enn vit hava sæð higartil, bæði tropiskar ódnir, men eisini ódnir her um okkara leiðir.
Hann vísti á, at avleiðingar av veðurlagsbroytingum kunnu verða, at rákið av heitum sjógvi um okkara leiðir fer at vikna, og soleiðis kann gróðurin í havinum, sum er grundarlagið undir øllum lívi, eisini broytast.
Bogi vísti á, hvussu heppin vit eru í Føroyum við Golfstreyminum, sum kemur hendanvegin.
Hann vísti mynd av eini óbygdari oyggj á syðru hálvu, Signy, sum liggur á sama breiddarstigi sum Føroyar.
- Á hásumri er hitin í sjónum rundan um oynna eitt kuldastig. Soleiðis kundi tað eisini sæð út í Føroyum, um vit ikki vóru so heppin, sum vit eru.
Bogi segði, at streymurin av heitum sjógvi, sum vit kalla Golfstreymurin, fer framvið okkum.
- Vit eru soleiðis umgyrd av heitum Atlantshavssjógvi  báðumegin Føroyar og tann kaldi sjógvurin, sum kemur eystanfyri Ísland, vendir aftur fyri heita sjónum, sum kemur norðuryvir vestanfyri Føroyar. Hesin kaldi Eysturíslandsstreymurin vendir soleiðis aftur, segði hann.
Havfrøðingurin vísti síðan á havbotnin um okkara leiðir.
- Vit hava eitt veldugt "baðikar" norðanfyri Føroyar, sum er rættiliga djúpt, og har sjógvurin er kaldur. Vit kunnu siga, at vit búgva beint á "kantinum" til hetta baðikar  og at ein "veggur" skilir Atlantshavið við køldu høvini norðanfyri.
Bogi segði, at kaldur sjógvur fossar í Atlantshavið úr kalda "baðikarinum" norðanfyri, og tað er eitt nú hesin sjógvur og djúpu rennurnar, sum "fóðra" djúphøvini í heiminum.
- Tann kaldi sjógvurin hevur størri evnisvekt enn hin heiti, og tí sýgur hann heita sjógvin, sum er omaná, til sín. Hetta ger, at "baðikarið" fyllist, soleiðis at kaldur sjógvur fossar úr djúphøvunum og skapar eitt "flutningsband"  ella eina høvuðspumpu.
Havfrøðingurin segði, at tá ið luftin hitnar, minkar kølingin av sjónum, og meira skal tá til fyri fáa sjógvin at "søkka".
- Á henda hátt kann hugsast, at høvuðspumpan viknar, og tað ger saltinnihaldið í sjónum eisini.
Hann segði, at ymiskt er, hvat havfrøðingar halda um høvuðspumpuna og um, hvussu nógv hendan fer at vikna við broyttum veðurlagi.
Bogi vísti eisini á streymmátingarnar, sum gjørdar eru í eini 10 ár, bæði á grynri og djúpari vatni.
- Tíbetur benda hesar kanningar ikki á, at høvuðspumpan her um okkara leiðir er farin at vikna.
Men, segði havfrøðingurin:
- Hendir tað, at pumpan viknar, kann kaldi sjógvurin lættari sleppa inn á landgrunnin hjá okkum, og tað kann so aftur fáa avleiðingar fyri plankton og soleiðis alt lív í havinum.
Bogi vísti á tær gróðurkanningar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt í fleiri ár.
- Gróðurin byrjar á grunnum vatni, har nógv ljós sleppur til, men gróðurin er ógvuliga skiftandi, ár undan ári. Vit hava góð tíðarskeið, og vit hava vánalig tíðarskeið. Royndirnar vísa, at er nógvur gróður í sjónum  ikki minst fylgjandi ár, er nógvur fiskur at fáa.
Havfrøðingurin segði, at ábendingar eru um, at veðurlagið stýrir gróðrinum  og eisini hevur vindurin sín týdning í hesum sambandi.
- Tað hevur víst seg, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður  og ein heitur vetur gevur verri gróður.
Samanum tikið segði Bogi Hansen, at veðurlagið stýrir plantuplankton  og tí eisini livilíkindunum hjá fiskinum í havinum.
- Føroyar eru soleiðis viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum, segði nýggi professarin í havfrøði, Bogi Hansen.