Føroyar eru væl á veg inn í ES

Miðflokkurin sær tað sum eina stóra uppgávu at fáa fólk at síggja vandan í, at vit spakuliga nærkast limaskapi í ES

 

Í løtuni nærkast vit áhaldandi ES limaskapi, og áðrenn vit varnast, eru vit limir.

Hetta er limirnir í Miðflokkinum samdir um. Tí samdist flokkurin á landsfundi í Havn leygardagin, at tað er neyðugt, at flokkurin roynir enn meira at fáa fólk at síggja vandan við ES.

? Fólk tykjast ikki at leggja merki til vandan, sum gondir fram móti hesum ófræsla felagsskapi hevur við sær. Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkum øllum at greiða frá og fáa fólk at síggja hendan vandan, segði Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, í formansfrágreiðing síni.


Royna at koma uppí

Jenis av Rana vísti í formansfrágreiðing síni á, at tey málini, sum seinastu tíðina hava kravt nógva arbeiðsorku og tíð í tinginum, eru lógarbroytingar, sum hava samband við ES. Í hesum sambandi vísir Jenis av Rana á djórasjúkulógina, Schengen og veterinera samstarvið.

? Eftir mínum tykki, eru hetta lógarbroytingar, sum landsstýrið hevur sett fram við tí fyri eygað at knýta Føroyar nærri ES, segði Jenis av Rana.

Formaður Miðfloksins heldur mótstríð vera ímillum fullveldisætlanina hjá landsstýrinum og arbeiðið við at seta í gildi ES lógir í Føroyum.

? Eg havi fleiri ferðir gjørt tjóðveldisfólk varug við, at talan veruliga er um mótsagnir. Tí samstundis, sum man hevur sagt seg vilja virka fyri frælsi frá ríkisfelagsskapinum, so hevur man við hond og fót stríðst fyri at seta púra óneyðugar ES-lógir í gildi í Føroyum, segði Jenis av Rana, formaður, á landsfundinum.


Danir bjargaðu frá evruni

Jenis av Rana heldur, at føroyskir politikarar eru púra eiðasørir fyri visiónir og ideoligiir. Tí heldur hann, at vit í dag høvdu havt evruna sum gjaldoyra, um danir ikki tóku um endan og atkvøddu ímóti, at evran skuldi gerast danskt gjaldoyra.

? Tað er nú einaferð so, at danir eru so fittir, at teir ofta bjarga okkum, heldur Jenis av Rana.