Føroyar eru nr. 10 á Fair Play listanum

Tað kann loysa seg hjá liðunum í Formuladeildini, at leikarnir skikka sær væl á vøllinum. Tey limalondini í UEFA, sum eiga tey heimligu liðini, sum sýna frægast atburð á vøllinum, eru nevnliga við í lutakastinum, um at fáa eitt eyka pláss í UEFA-cup kappingini. Føroyar liggja rættuliga væl fyri av teimum 52 UEFA-limalondunum. Føroyar liggja á einum 10. plássi við 7,98 stigum. Ógvuliga tætt er millum londini, og tað eru minni enn 0,1 stig upp til Týskland, sum liggur á 3. plássi, og hevur 8,07 stig. Ongland og Noreg liggja ovast á Fair Play listanum. Svøríki er nr. 4, og Danmark er nr. 6.