Føroyar eru ikki á listanum hjá Napalm Records

Í løtuni er kapping á heimasíðuni hjá Napalm Records, har møguleiki er at vinna nýggju Týr fløguna, ið kemur í handlarnar 22. september, ein av spurninginum er hvørjum oyggjum limirnir í Týr eru frá. Men í yvirlitinum yvir lond, ið man kann velja, tá man velur sín bústað, eru Føroyar ikki nevndar.

 
Sjálvandi ber til, at velja Danmark og síðan skriva Føroyar sum part av bústaðnum, men í eini kapping um fløguna hjá einum føroyskum bólki, er tað eitt sindur løgið, at Føroyar ikki eru á listanum, ið annars telur 171 lond. Vit kunnu tó troysta okkum við at ríkisfelagi okkara Grønland heldur ikki er á listanum.