Kristina Háfoss
????????
Kjakið um uttanríkispolitisku heimildir Føroya tók seg upp undir undanfarnu fullveldissamgongu. Nú hevur kjakið so tikið seg uppaftur, og niðurstøðan er heilt greitt, at neyðugt ikki er við fleiri lógum á økinum, fyri at Føroyar skulu kunna fáa sjálvstøðuga altjóða umboðan, ella skulu kunna taka aftur útdelegaraða valdið á uttanríkispolitiska økinum. Hartil kemur, at vandi er fyri, at heldur enn at økja um sjálvstýri Føroya, kann ein nýggj løgfrøðilig binding millum Føroyar og Danmark, ið ikki er grundað á altjóða rætt, bera við sær skerd tjóðarrættindi.
Forðingin fyri føroyskari sjálvstøðugari umboðan á altjóða leikpallinum í dag er ikki løgfrøðilig ? bert politisk.
Danska grundlógin - ongin forðing
Danmark fer í næstum at hava fólkaatkvøðu um at lata m.a. uttanríkismál til ES at umsita. Hetta meta danskir myndugleikar ikki verða í andsøgn við donsku grundlógina. Tá Danmark kann flyta hesar heimildir til ES at umsita, so kann danska grundlógin als ikki verða nøkur forðing fyri at flyta uttanríkispolitiskar heimildir aftur til Føroya.
Somuleiðis er ongin ivi um, at kann heimild gevast fyri, at Føroyar og Grønland kunnu umboða ?Kongeriget Danmark? í altjóða høpi, so kann sanniliga eisini finnast heimild, ið tryggjar Føroyum og Grønlandi at umboða seg sjálvi í altjóða høpi ? ikki minst grundað á altjóða rætt.
Talan er í størri mun um manglandi vilja ? heldur enn manglandi heimild.
Heimastýrislógin ? ongin forðing
Tá umræður heimastýrislógina, so er talan um eina politiska avtalu, ið varð gjørd landanna millum í 1948. § 1 í heimastýrislógini staðfestir, at: ?Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum _?. Harvið hava føroyingar sum tjóð ? sambært altjóða rætti ? rætt til at biðja um broyting av viðurskiftunum við danska statin, og m.a. taka aftur øki til Føroya at umsita, tá hetta verður ynskt. Leggjast kann afturat, at lógin er frá 1948 og er fleiri ferðir toygd. Eitt nú eru málsøki, ið ikki eru nevnd í lógini tikin heimaftur til Føroya. Er politiskur vilji til staðar, vil heimastýrislógin, sum tann politiska avtala hon er, tí ikki verða nøkur forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í altjóða høpi.
Altjóða samfelagið ? ongin forðing
Føroyski atlimaskapurin í International Maritime Organization (IMO) ? ið er ein altjóða felagsskapur undir ST ? staðfestir óbeinleiðis at føroyingar eru tjóð, ið hevur rætt til sjálvstøðuga umboðan - eitt nú í altjóða ST-felagsskapum. Hesin atlimaskapur er bert eitt dømi av mongum um, at tað ikki er altjóða samfelagið, ið er ein forðing, tá umræður sjálvstøðuga føroyska umboðan í altjóða felagsskapum v.m.
Fólkarætturin ? ongin forðing
Føroya Løgting hevur staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Føroyingar uppfylla eisini allar treytir, ið settar verða, fyri at verða viðurkendar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða fólkarættinum. Tí er tað ikki ein spurningur, hvørt føroyskir myndugleikar hava rætt at umboða Føroyar í altjóða høpi. Tað hava vit um vit ynskja hetta. Einasta forðingin er tann politiski viljin ? ella mangul uppá sama.
Manglandi politiski viljin ? ein forðing
Velja føroyingar at átaka sær økta ábyrgd og ávirkan á uttanríkispolitiska økinum eigur hetta at verða grundað á, at føroyskir myndugleikar umboða seg sjálvar, ikki ?Kongeriget Danmark?. . Men politiski trupulleikin er, at danskir myndugleikar vilja verða við, at Føroyar ikki kunnu umboða seg sjálvar ? bert ?Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne?. Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð víst á, at hon metir, at danska ríkið er eitt eindarríki, har bert ein tjóð er til, og tað er tann danska tjóðin. Tí er sera hugsandi, at danska stjórnin við at fáa føroyskar myndugleikar at umboða ?Kongeriget Danmark?, og við at vísa til donsku grundlógina í viðmerkingunum til heimildarlógina, soleiðis roynir óbeinleiðis at fáa eina viðurkenning frá føroyingum av, at danska ríkið er ein eindarstatur.
Danska stjórnin ? ein forðing
Ein onnur orsøk til oman fyri nevnda illgruna er, at danska stjórnin longu hevur gjørt føroyingum greitt, at øktar uttanríkispolitiskar heimildir ikki koma at merkja ávirkan á trygdarpolitikk ella á sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og IWC. Hvat skulu Føroyar so ?fáa? sum vit ikki hava í dag ?
Heimildarlógin fyri Grønland, ið skuldi til 1. viðgerð á Fólkatingi 21. jan. 2005, vísti eisini, at talan als ikki verður um øktar heimildir ? bert staðfesting av nøkrum núverandi rættindum, og skerjing av fleiri øðrum rættindum.
Veljið Føroyar !
Heldur enn at gera nýggja løgfrøðiliga binding millum Føroyar og Danmark, ið kann hava við sær, at føroyingar óbeinleiðis viðurkenna danska eindarstatin, viðurkenna avmarkaði rættindi til at umboða okkum sjálv og seta tjóðarrættindi í vága, átti Føroya Landsstýri at farið veruliga til verka.
-Átti at fingið altjóða staðfest og viðurkent tjóðarrættindi føroyinga.
-Átti at kravt sjálvstøðuga umboðan, ábyrgd og avgerðarrætt í uttanríkis- og trygdarmálum.
-Átti at valt Føroyar fram um ?Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne?.
Les meira á heimasíðuni: www.hafoss.com