Føroyar eiga at verða býttar sundur í fimm øki

Skal útjaðaranum ikki verða afturútsigldur, verður tað neyðugt at flyta nógva umsiting úr Havn, út um landið, sigur Økismenningarbólkurin, sum mánakvøldið legði úrslitið av sínum arbeiði fram

 

Økismenning

Áki Bertholdsen



? Er politiski viljin á Føroya Løgtingi tann, at útjaðarin eisini skal verða við í eini framtíðarmenning av føroyska samfelagnum, er tað ikki nøktandi at lata onkra hendinga krónu til einstakar verkætlanir, ella at flyta onkran skúla út á bygd.

? Veruleikin er tann, at uttan munandi nýhugsan verður útjaðarin ikki førur fyri at gerast partur í eini komandi samfelagsmenning, sum setur sera stór krøv til tann einstaka samfelagsborgaran.

Hetta er ein av niðurstøðunum í álitinum, sum Økismenningarbólkurin legði fram mánakvøldið.

Tí skjýtur bólkurin upp at kollvelta bygnaðin í almennu umsitingini í Føroyum so at munandi meiri umsiting verður flutt út um landið.

Bólkurin skjýtur upp at býta Føroyar sundur í fimm fyrisitingarlig øki.

Ein stórur partur av umsitingini hjá landinum, skal síðani leggjast út til hesar fimm felagsfyrisitingarnar at umsita.

Bólkurin skjýtur upp at ein felagsfyrisiting skal vera fyri Suðurøkð, ið fevnir um Suðuroy, Stóru Dímun, Skúvoy og Sandoy. Í Suðurøkinum koma at búgva 6.416 fólk.

Ein onnur fyrisiting skal fevna um Vesturøkið, ið fevnir um Mykines, Vágar og vestara part av Norðstreymoy. Í hesum økinum koma at búgva 4.441 fólk.

Triðja økið verður Eysturoyarøkið, ið er eystari partur av Norðurstreymoy og vestari partur av Eysturoynni, íroknað Skálafjørðin og Gøtu. Í Eysturoyarøkinum koma at búgva 8.266 fólk.

Fjórða økið verður so Norðoyar Øki, ið fevnir um restina av Eysturoynni og Norðoyggjarnar. Hetta økið verður 8.692 fólk.

Og fimta økið verður so Tórshavnar Øki, ið fevnir um Hest, Koltur og Nólsoy, umframt Tórshavn. Hetta verður nógv tað fólkaríkasta øki við 18.199 fólkum.

Umsitingin flytast

Bólkurin staðfestir, at í dag verður nógv tosað um eitt nýtt fyrisitingarligt býti millum land og kommunur.

Orsøkin til hesa nýhugsan tykist at vera, at hildið verður, at tað er neyðugt at gera eitt meiri hóskandi ábyrgdarbýti millum mál, sum skulu loysast í miðfyrisitingini og mál, sum eiga at verða loyst lokalt.

? Hetta er m.a. neyðugt, fyri at optimalar loysnir eisini kunnu finnast á spurningum, sum eru neyvt knýttir at ávísum lokaløki.

Økismenningarbólkurin tekur fult undir við hesi grundhugsan.

Fyrisitingin sum er, er fyrst og fremst býtt sundur í funktiónir og síðani er hon býtt sundur í øki. Skal fyrisitingin flytast út um alt landið, er tað tí neyðugt at broyta bygnaðin í fyrisitingini sum er.

? Í framtíðini mugu vit fáa eina skipan, har økini koma fyrst og síðani funktiónirnar, soleiðis at dagliga fyrisitingin verður kring landið, men høvuðssamskipanar- og eftirlitsfunktiónir verða varðveittar í miðfyristingini.

Men økismenningarbólkurin vísir samstundis á, at skal hetta gerast, er tað eisini avgerandi neyðugt at skapa fortreytirnar fyri, at tað kann gerast.

? Tað gevur onga meining at tosa um at skapa karmar fyri trivnaði, útbúgving og vinnulívi, um kommunurnar samstundis eru bundnar á hond og fót av stórari kommunuskuld.

? Tað gevur heldur onga meining at loyva lítlum kommunum at gera, sum tær vilja, um eingin peningur er at gera nakað fyri tí at inntøkurnar av kommunuskatti eru so lágar

? Alt tos um, at fyrisit-ingarligar uppgávur skulu leggjast út, er sostatt treytað av eini skipan, sum ger tað gjørligt hjá økjunum til fulnar at taka við hesi ábyrgd, sigur økismenningarbólkurin.

Trý nærleikastig

Fyri at skapa fyritreytir fyri eini skipan, har avgerðir verða tiknar á einum hóskandi nærleikastigi, leggur Økismenningarbólkurin upp til, at fyrisitingarliga verða Føroyar býttar sundur í trý ymisk nærleikastig.

Hesi trý nærleikastigini eru ávikavist land, øki og kommunur.

Hesin bygnaður er væl kendur í londunum rundan um okkum. Í Noregi verða tílíkar eindir nevndar ?fylki?, í Danmørk verða tær kallaðar ?amt?.

Felags fyri dømini omanfyri er, at talan er um eina fyrisitingarliga skipan, sum krevur munandi orku og førleika. Í londunum rundanum okkum er tað soleiðis, at hesar eindir hava fyrisitingarligu ábyrgdina av stórum uppgávum. Í Danmark hava tær eitt nú ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum.

Her er talan um uppgávur, sum eru ov tungar at leggja á kommunurnar.

Hinvegin eru tað ofta lokal viðurskifti, sum gers seg galdandi , og sum gera, at tað ikki er nøktandi, at miðfyrisitingin hjá landinum røkir hesar uppgávur, tí tað er ikki í samsvari við fortreytirnar um eitt hóskandi nærleikastig.

Umhvørvi ? í einum sera víðum týdningi ? krevst fyri at fáa fólk við góðari útbúgving at støðast uttan fyri miðstaðarøkið. Nýggja skipanin við størri felagsfyrisitingum kring landið er ein av fyritreytinum fyri yvirhøvur at kunna fáa skapt tílík umhvørvi í útjaðaranum.

? Eitt betri lokalt umhvørvi fer at draga fólk við góðari útbúgving til sín, og júst hesi fólkini kunnu verða við til at styrkja umhvørvið í útjaðaranum enn meiri.

? Við hesum verður ein ?ónd ringrás? brotin og ein góð skapt, sigur økismenningarbólkurin.

Heilt onnur samanseting

Økismenningarbólkurin sigur, at bygnaðurin fyri eina slíka felagsfyrisiting kundi verðið skipaður í Felagsráð, Umboðsnevndir og Felagsumsiting.

Felagsráðið verður eitt ráð, ið er samansett av øllum borgarstjórunum í einum øki. Tað vil siga, at í felagsráðnum fyri Vesturøkið sita borgarstjórarnir í kommununum í Vágum, Vestmanna og Kvívík. Borgarstjórarnir fáa við hesum eitt felags-forum, har avgerðir, sum hava týdning fyri alt økið, verða tiknar.

Borgarstjórarnir eru í dag løntir eftir eini skipan, har smáar kommunur hava borgarstjórar, sum eru løntir hálva tíð, og størri bygdir og býir hava borgarstjórar við fullari løn. At borgarstjórarnir sostatt hava veruligan møguleika at arbeiða við álvarsmálum, sum hava týdning fyri økini, skuldi eisini styrkt felagsráðini munandi.

Umboðsnevndir verða býttar sundur í málsøki, sum t.d. sosiala nevnd, mentanarnevnd, heilsu- og umhvørvisnevnd osfr.

Í hesum nevndum sita formenninir í kommunalu nevndunum, sum longu eru í tí kommunalu skipanini. Fyri at nevna eitt dømi, førir hetta við sær, at formenninir fyri teimum ymsu nevndunum í Tvøroyrar og Vágs kommunur, mugu í felag finna fram til, hvussu m.a. havna- og skúlaviðurskifti á bestan hátt kunnu skipast fyri alt Suðurøkið.

? Tílíkar umboðsnevndir, har ábyrgdin og avgerðarrætturin gerst eitt felagsmál, stimbra eina tilgongd, har burðardyggar avgerðir, sum gagna øllum økinum, verða raðfestar høgt.

Felagsfyrisitingin kann verða bygd upp soleiðis, at tey, sum í dag arbeiða hjá kommununum, verða flutt yvir í felagsfyrisitingina.

? Eftir hesum leisti verður í fyrstu atløgu sostatt ikki talan um munandi sparingar í starvsfólkakostnaði, men hinvegin verður fyrisitingin heldur ikki darvað av einum tíðarskeiði, har umsitingin skal seta eina rúgvu av nýggjum starvsfólki inn í lokal viðurskifti.

? Eftir at tann nýggja fyristingin hevur fótað sær, kemur hetta sjálvandi at føra til broytingar, tí at uppgávurnar koma líðandi at broytast. Eftirspurningur verður eftir fakfólki, sum skulu taka sær av nýggju uppgávunum hjá felagsfyrisitingini, og kemur hetta at føra til eina heilt aðra samanseting av starvsfólki, enn tær kommunalu umsitingarnar hava í dag.

Sterkari útjaðari-sterkari Føroyar

Bólkurin sigur, at endamálið við at skipa nakrar lutfalsliga stórar felagsfyrisitingar fyri tey ymisku økini, byggir á nakrar grundleggjandi niðurstøður, sum hann er komin til.

Hesar niðurstøður eru í høvuðsheitum, at eingin burðardygg økismenning gerst veruleiki uttan:

? At útjaðarin verður styrktur munandi, soleiðis at fyrisiting, ábyrgd og avgerðarrættur á t.d. týdningarmiklum trivnaðarøkjum, verða lokal mál, tvs, at tey verða loyst í teimum ymsu økjunum.

? At fleksiblar og betri hóskandi loysnir verða settar í verk kring landið, soleiðis at tað ber til at krevja, at somu viðurskifti eru galdandi í Tórshavn, Klaksvík og Fámjin t.d. viðvíkjandi barnaansing.

? At økini fáa nóg mikið av fyrisitingarligum uppgávum, soleiðis at lykla-funktiónir, sum fjarskifti, samferðsla, postflutningur, o.a., loysa seg eftir marknaðarbúskaparligum treytum kring alt landið.

Økismenningarbólkurin staðfestir, at sterkar felagsfyrisitingar eru tað sama sum ein sterkari útjaðari, og ein sterkari útjaðari eru einar sterkari Føroyar.

Uttan á nakran hátt endaliga at staðfesta, hvørji málsøki skulu loysast av eini komandi felagsfyrisiting, gevur listin niðanfyri eina greiða ábending um, hvørji málsøki tað skal umhugsast at leggjat út til økini í eini neyðugari spjaðing av fyrisitingingin:


? Almanna- og heilsumál

? Onnur sosialmál

? Undirvísingarmál

? Onnur mentamál

? Umhvørvis- og

trygdarmál

? Vinnumál


Bólkurin sigur, at uppgávurnar hjá felagsfyrisitingini í teimum ymsu økjunum kunnu t.d. verða Sosialfyrisiting, íroknað sosiala nevnd, barnavernd, skúlaverkið, íroknað skúlastýri, barnagarðar, vøggustovur, dagrøktarskipanir, heilsumiðstøðir, kommunulæknar, heilsusystrar, skúlaheilsusystrar, tannlæknar, ljósmøður, ellisheim, røktarheim, eldrasambýli, umlættingarheim, heimarøkt, vardir verkstaðir, dagtilhald, osfr.

Sum heild kunnu hesar uppgávur sigast at vera lutfalsliga strategiskar og/ ella politiskar.

Hinvegin kunnu uppgávurnarnar hjá kommununum verða: Kommunuskattur, býarskipan, íroknað kommunalar vegir, vatnveiting til sethús, rottangaskipan, spillivatnsleiðing, kirkjugarðar, hegnsýnisnevnd osfr.

Sum heild kunnu hesar uppgávurnar sigast at vera ítøkiligar, praktiskar .

Umsitingin liðast sundur

Økismenningarbólkurin sigur, at skipanin við felagsfyrisitingum kring landið kann gerast so líðandi, har m.a. kommunuskipanin verður varðveitt.

Tað kann eisini sum ein partur av einum nýggjum býti millum tað miðsavnaðu fyrisitingina og økini kring landið, har eisini sjálv kommunuskipanin verður broytt samstundis.

Bólkurin heldur tó ikki, at tað var arbeiðssetningurin at viðgera kommunusamanlegging sum serskilt mál.

Men uttan mun til kommunusamanlegging, staðfestir bólkurin, at tað hevur alstóran týdning at fáa størri fyrisitingarligar eindir kring landið, um vit vilja, at føroyska samfelagið í felag skal mennast komandi árini.

? Privatiseringin av fjarskiftinum og samferðsluni og øðrum, samfelagsligum lyklafunktiónum, oljuvinnan, fjarskiftissamfelagið og altjóðagerðin ? øll hesi viðurskifti krevja, at vitan, ábyrgd og avgerðarrættur verða ein nattúrligur partur av at liva og virka í útjaðaranum.

? Hesum slepst ikki undan, um livilíkindi eisini frameftir skulu verða kring alt Føroya land, sigur økismenningarbólkurin.

Men bólkurin leggur eisini dent á, at tað er avgerandi, at felagsfyrisitingarnar ikki verða eitt lið afturat í føroyskari fyrisiting.

? Skipanin skal leggjast soleiðis tilrættis, at felagsfyrisitingarnar fáa uppgávur og ábyrgd bæði frá mið- og kommunalfyrisitingini.

? Heldur enn at leggja eitt lag afturat føroyskari fyrisiting skal nýggja skipanin taka tvey løg burtur, har kommunala umsitingin framyvir eigur at taka sær av ítøkiligum lokalum málum.

? Hinvegin skal landsmyndugleikin hava eftirlitsfunktiónina og syrgja fyri, at felagsfyristingarnar kring landið loysa sínar uppgávur til lítar, sigur Økismenningarbólkurin.