Føroyar eiga at heiðra Ulrike Steuerwald

Skrivstovan hjá Edmundi Joensen, løgtings- og fólkatingsmanni, sendir við hesum út soljóðandi opna bræv:?

Opið bræv til Føroya løgmann um at skipa fyri, at almennu Føroyar veita Ulrike Steuerwald, barnalækna, viðurkenning og hóskandi heiður fyri slóðbrótandi arbeiðið sítt í Føroyum innan genetiskar sjúkur?
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður?Undirritaði heitir við hesum á tygum um, sum skjótast, at taka stig til, at týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, fær eina almenna føroyska viðurkenning og heiður fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan genetiskar sjúkur í Føroyum. ?Flestir føroyingar munnu vita, hvussu týðandi arbeiðið hjá Ulrike Steuerwald er fyri tey, sum stríðast við Carnitine Transporter Deficiency, stytt CTD. Tað er ikki ov nógv sagt, at týski barnalæknin hevur bjargað føroyskum mannalívum.?Millum læknar í Føroyum tykist semja vera um, at Ulrike Steuerwald hevur avrikað nakað heilt serligt í arbeiði sínum innan genetiskar sjúkur. Herfyri skrivaði Knud Jacobsen, kommunulækni á Eiði, m.a. soleiðis í brævi til undirritaða:?”Fá fólk hava havt so stóran týdning fyri heilsustøðuna sum Ulrike við sínari uppdaging av genetiskum sjúkum her í oyggjunum. Hennara eldhugur, íðni og menniskjaligheit bera í sær, at rættiliga nógv fólk standa í beinleiðis takksemisskuld til hennara”.?Semja man vera í Føroyum um, at Eiðislækni hevur grein í sínum máli.?Einstaklingar hava ivaleyst takkað Ulrike Steuerwald fyri týðandi arbeiðið við CTD, men tað er hóskandi, at almennu Føroyar viðurkenna hennara stóra týdning fyri landsins heilsustøðu og veita henni samsvarandi heiður.?Avrit av hesum brævi er sent landsstýrismanninum í heilsumálum.