Føroyar brúk fyri nýggjum stýri

- Fyri meg hevur 2018 verið eitt friðarligt ár, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.

Jacob Vestergaard brúkti dagarnar undan jólum ikki nógva tíð upp á at keypa jólagávur, tí tær flestu tók konan sær av. Tó keypti hann onkra jólagávu sjálvur.

 

- Vit hildu jólaaftan hjá soninum Jan, sum býr í Hoyvík. Tá ótu vit dunnu, og í dag – jóladag - hava vit etið gás.

 

Jacob Vestergaard sigur, at um jólini verður eisini ræst kjøt etið, og veðrariv verða koyrd í ovnin.

 

- Í dag eru vit farin suður á Akrar aftur, og her verða vit tað, ið eftir er av jólahøgtíðini, sigur løgtingsmaðurin.

 

Men, hvussu hevur hetta árið so roynst hjá Jacobi Vestergaard?

 

- Fyri meg hevur hetta verið eitt friðaligt ár, uttan tær stóru persónligu hendingarnar, hvørki positivar ella negativar.

 

Og hvørjar eru so vónirnar fyri 2019?

 

- Tað verður løgtingsval í 2019, og vónandi fáa vit eitt nýtt stýrið, tí tað hava Føroyar brúk fyri, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.