Føroyameistararnir fara eftir gullinum

Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag fór týsdagin til Danmarkar, har tær saman við tveimum øðrum føroyskum liðum fara at taka lut í HM-kappingini í estetiskum fimleiki.

Tað hevur gingið stak væl hjá Havnar Fimleikafelag seinnu árini. Felagið hevur havt fleiri lið, sum hava tikið lut í kappingini um danska meistaraheitið, og hesi lið eru komin aftur við heiðursmerkjum av ymsum slag. Nú fara kvinnurnar hjá felagnum at gera eina roynd at fáa gullið í heimsmeistarakappingini.

Vant hart
Ferðalagið hjá Havnar Fimleikafelag, sum telur 45 fólk, harav níggju eru fimleikarar, fór til Danmarkar týsdagin.
Undan fráferðini hevur kvinnuliðið vant sera hart, og sunnudagin høvdu tær eina seinastu venjing í Hoyvíkshøllini, hagani myndirnar eisini eru. Tá vandu tær fyrst eitt sindur, og síðani var framførslan hjá teimum sýnd fyri teimum, ið høvdu áhuga í hesum.
Sum áðurnevnt eru tað trý føroysk kvinnulið, sum fara at taka lut í HM-kappingini, sum verður í Greve fríggjadagin og sunnudagin. Umframt Havnar Fimleikafelag eru tað Støkk og Ljósið.
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag eiga tó allarhelst at metast sum sterkasta føroyska liðið, tí tær vunnu føroyameistarakappingina í ár.
Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja væl við, hvussu tað gongur hjá teimum trimum føroysku liðunum í HM-kappingini.