Bretska hervaldið bygdi flogvøllin í Vágum undir krígnum. Kríggið endaði í 1945 og longu á vári 1946 var farið undir ferðafólkaflúgving millum Føroyar og Danmark. Tað var bretska felagið Scottish Aviation, sum hevði hesa flúgving um hendi, men tað vóru føroyingarnir Dánjal og Zacharias Niclasen í Sørvági, Evald Kjølbro í Klaksvík og Leif Waagstein í Havn, sum tóku stig til, at farið var undir tiltakið. Hendan flúgving vardi bert til út á heystið í 1946. Somu menn gjørdu aftur eina roynd í 1949 við lítla flogfarinum sum fekk navnið "Erla Kongsdóttir". Men heldur ikki hesaferð bar til, flogfarið fekk ein skaða og bleiv sent til Onglands at umvæla men kom ongantíð aftur. Síðan hendi onki á hesum øki fyrr enn í 1961, tá sørvingurin Lars Larsen setti seg í samband við Iceland Air, fyri at vita um teir høvdu áhuga í at flúgva til Føroyar. Árið eftir kom svar frá Íslandingum, og teir vístu áhuga og góvu eitt positivt svar. Tað var sjálvur stjórin í Iceland Air, sum svaraði fyrispurninginum. Arbeitt varð víðari við ætlanini í 1962 og 1963, tí tað var nógv, sum skuldi fáast uppá pláss. 26. apríl 1963 var avtala gjørd millum Føroya Landstýri og Luftfartsdirektoratið, undirskrivað av Hákuni Djurhuus, løgmanni, og Mogens Wahl, ríkisumboðsmanni. Avtalað var at skipast skuldi fyri royndarflúgving summarið 1963. Flogfelag Føroya varð sett á stovn í juni mánað í 1963. Tað vóru Hugo Fjørðoy í Sørvági og Lars Larsen, ið tóku stig til at stovnseta felagið. Uppgávan hjá Flogfelag Føroya var at taka sær av teimum neyðugu viðurskiftunum hjá Fremmandu Flogførunum í Føroyum.
Statens Luftfartsvæsen
1. juli 1963 byrjaði so Statens Luftfartsvæsen sítt virksemi í Føroyum. Sambært yvirlitinum yvir komin og farin flogfør fer fyrsta flogfarið - eitt DC3 hjá Icelandair - úr Glasgow 17. juli 1963 kl. 08.00 og lendir í Vágum kl. 10.49. Flogfarið fer avstað aftur kl. 13.06 til Reykjavíkar. Sama dag kemur eitt lítið Cessna charterflogfar úr Bergen kl. 19.44 og fer avstað aftur dagin eftir, 18. juli, til Oslo. Tað vóru Icelandair og Bjørumfly sum flugu fyrstu tíðina. Annað flogfarið tók umleið 20 ferðafólk og hitt eini 6 ferðafólk. Frá 1964 til 1967 flugu Scanfly, sum síðan bleiv til Danfly og skjótt aftaná til dansk-føroyska felagið Faroe Airways. Eisini flugu Icelandair og Flugfélag Islands. Í februar 1971 tók danska innanríkisflogfelagið Danair yvir og sjálv flúgvingin var latin Maersk Air í hendi. Maersk nýttu Focker Friendship flogfør, sum tóku 44 ferðafólk, tey vóru nakað størri enn tey sum íslendingarnir brúktu. 1. februar 1977 fekk Maersk Air nýggj Boeing 737 flogfør. Hesi flogfør tóku 120 ferðafólk og vóru serliga útgjørd til at kunna brúka so stuttan flogvøll sum tann í Vágum. Flogfelag Føroya, ið áttu eitt lítið Cessna-flogfar, fingu í 1977 eitt Merlin 3A, sum tók 9 ferðafólk. Henda flúgving við smærri flogførum datt sum frá leið burtur. Í mong ár var arbeitt við at fáa eitt føroyskt flogfelag við egnum flogfari, og eydnaðist tað at fáa avtalu í lag við danska felagið Cimber Air um at hjálpa føroyingum við hesi ætlan. 28. mars 1998 fór flogfarið hjá Atlantic Airways fyrstu ferð á flog í regluligari rutuflúgving. Tey, sum hava roynt at flúgva til ella úr Føroyum, vita, at veður og vindur ikki altíð vilja tað soleiðis sum ferðafólkini ætla tað. Tøkniligu framstigini hava gjørt, at nú á døgum ber betri til hjá flogførum at seta seg í Føroyum í ringum veðri, hóast tað enn kemur fyri, at flogfør ikki fáa sett seg í Vágum. Í 1978 bleiv Hotel Vágar bygt nærhendis flogvøllinum.
Keldur:
Landsverkfrøðingsstovnurin 50 ár
Statens Luftfartvæsen
Flogfelag Føroya