Føroya Væl kjakfund í Miðlahúsinum í kvøld

Føroya Væl skipar fyri kjakfundi um serføroyskar vinnuavbjóðingar í Miðlahúsinum týskvøldi 17. apríl kl 20.00 Føroyskir útflytarar hava fleiri serføroyskar avbjóðingar í mun til kappingarneytar aðrastaðni. Eitt er grindadráp og eyka fluttningskostnaður.

Meira álvarsamt er, at føroyskir fiska-útflytarar missa trúgvar kundar, tí føroyingar ikki taka støðu í meira og meira átrokandi spurningum viðvíkjandi umhvørvinum.

Føroya Væl, veljarafelag Sambandsflokksins í Suðurstreymi, bjóðar tí til almennan kjakfund í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið. Meinhard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood, leggur upp til kjak undir evninum serføroyskar vinnuavbjóðingar og tosar um at marknaðarføra burðardygga vinnu, politiskar karmar, marknaðaratgongd og arbeiðsmarknað.

Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsflokksins, luttekur á fundinum.

Fundurin byrjar týskvøldið 17. apríl kl 20.00.