Klaus Pedersen, fíggjarstjóri hjá DSB og núverandi fyribils stjóri í danska jarnbreytarfelagnum, verður nýggjur fíggjarstjóri hjá heimsumfatandi matvørufelagnum, Chr. Nielsen. Klaus Pedersen er eisini nevndarformaður hjá Føroya Tele.
Danska blaðið Børsen skrivar um Klaus Pedersen, at hann fyri tíðina á DSB var hjá telefelagnum TDC, har hann var konsernstjóri. Í morgun kom annars fram, at Klaus Pedersen sum stjóri í DSB gav havnarmanninum Bartali Kass sekkin sum fyrisitandi stjóri í dóttirfelagnum DSB Vedligehold. Tað er í kjalarvørrinum av kreppuni í DSB First.
epn.dk skrivaði í morgun, at vánalig fíggjarstýring og upplýsingar um kreppuna í DSBFirst fekk fyribilsstjóran í DSB at siga Bartal Kass úr starvi.
- Harafturat hevur Bartal Kass verið partur av leiðsluni, sum hevur ábyrgdina av kreppuni í DSBFirst, sigur Klaus Pedersen við epn.dk
Felagið, sum Klaus Pedersen nú skal arbeiða fyri, »Chr. Hansen«, er eitt heimsumfatandi felag, sum framleiðir matvøruingrediensir. Felagið er gamalt og hevði góða eydnu á meiaríøkinum, sum enn er eitt av høvuðsøkjunum hjá felagnum.
Lesið annars meira um málið við at TRÝSTA HER