Føroya Symfoniorkestur farið um tey tjúgufimm

Hjá kamarorkestrinum Tórshavnar Musikkskúli, sum frá sínari byrjan tíðliga í 40-árunum við ídni og áhaldni hevði veitt havnarborgarum høvi til regluliga at hoyra klassiskt samanspæl, vóru 60-árini ein serlig menningartíð

- hetta ikki minst tí musiska og sprækna ríkisumboðsmanninum Mogens Wahl fyri at takka. Sum týðandi nevndarlimur í Dansk-Færøsk Kulturfond og við sínum sambandi bæði við danskar stuðulsstovnar og við tónleikalívið í Keypmannahavn fekk hann veitt orkestrinum fíggjarligan førleika og tónleikalig hugskot til listarligan íblástur frá dugnaligum orkesturleiðarum uttanífrá.

Framhaldandi vóru tað strúkarnir, sum bóru aðalinnihaldið, men eftir umstøðum, sum tá vóru – ein lækni í býnum var hollur floytuspælari, danskur starvsmaður á posthúsinum kundi at handfara tað klassiska hornið, amerikumaður í Mjørkadali spældi upp á fagott, og messingblásarar vóru tøkir úr hornorkestrum í býnum –, bar nú eisini til í ávísan mun at framføra symfoniskan tónleik.

Ynski og tos um eitt føroyskt symfoniorkestur tóku seg nú upp. “Hatta skulu tit ikki droyma um”, helt tó danski tónlistamaðurin Hakon Elmer fyri, sum eitt skifti var leiðari hjá okkara kamarorkestri, og sum sjálvur hevði stovnað Sønderjysk Symfoniorkester og verið leiðari tess í fleiri ár. Okkara fámenta oyggjaland kundi ikki muna sum uppland til eitt fullborið symfoniorkestur, helt hann uppá; men eg vildi ikki geva honum viðhald. Fingu vit bert høvi til at gróðurseta eitt so fjølbroytt og framkomið tónleikalív í Føroyum, sum gávur vóru til í okkara ungdómi, mundi eisini fara og røkka til eitt slíkt ljómlið.

Í blaðsamrøðu seinni í sambandi við sanglæraraskeið – hugsi, tað var í Dagblaðnum – bar til at taka fram, at fingu vit í lag eina breiða musikkskúlaskipan við professionellum musikklærarun, fóru teir at verða besta grundstøði undir tí symfoniorkestri, sum talað hevði verið um, og sum eisini bretski orkesturleiðarin Hugh Watkins royndi at taka stig til.

Og so væl fall í lag, at longu annað árið hjá Royndarmusikkskúlanum komu danin Kanny Sambleben og norðmaðurin Magne Synnevåg í tætt samstarv sum musikklærarar bæði Havn og í Fuglafirði. Báðir vóru teir drivnir orkesturmusikarar – Kanny sum leiðandi fiólleikari í Sjællands Symfoniorkester og Magne sum klarinettistur í Bærum Symfoniorkestri -, og á teirra ferðum saman yvir dalar og fjøll tók seg nú upp hugskotið um at savna lærarar og framkomnar næmingar í musikkskúlanum til symfoniskt samanspæl. Og stór var løtan og fegnir áhoyrarar, tá vit á fyrsta sinni upplivdu okkara egna symfoniorkestur á konsert í nýggja Norðurlandahúsinum 19. juni 1983.

Fjórðingsøld er nú farin aftur um bak hjá hesum okkara flaggskipi í tónleikaheiminum, og mangar ríkar løtur hevur tað veitt okkum frá sínari varisligu byrjan til stórmenningina serliga hesi seinastu árini, nú alt fleiri gávurík ungmenni úr musikkskúlanum saman við eldri og nýútbúnum musikklærarum manna orkestrið, og tónleikari av slíkum formati sum Bernharður Wilkinson leggur sál og kreftir í leiðsluna. Benny er úr góðum bergi brotin, hálvur sumbingur í móðurlegg og pápin m.a. leiðari av tí navnframa kórinum BBC Singers í London. Sjálvur var Benny kórdrongur í teirri gitnu dómkirkjuni Westminster Abbey og hevur soleiðis umframt sín framúr førleika á tvørfloytuni eisini fingið kórsangin í seg frá barnaárum. Tað var tí so lagamanni, at hann eftir royndir við slíkum í Reykjavík tók stig til eitt sokallað symfoniskt kór til samstarv við symfoniorkestrið. Viðgangast má, at vit, sum í nøkur ár hava strembast við slíkum, ongantíð fingu ynskiligt samstarv í lag við orkestrið sum so; men tað er framtíðin, sum telur, og tað er tí at ynskja eftir, at hetta breiða virksemi við framførslu av stórverkum fyri eyga, lagt soleiðis til rættis, at tað ikki nervar annað kórarbeiði, framhaldandi fer at skapa ríkandi hæddarløtur í okkara tónleikalívi.