Føroya Symfoniorkestur fagnar Mozart

Føroya Symfoni­orkestur hevur konsertir 6. og 7. mai í Fríðrikskirkjuni og í Norður­landa­húsinum

27. januar í ár vóru liðin 250 ár síðani ivaleyst størsta musikalska flogvitið nakrantíð, Wolfgang Ama­deus Mozart, var borið í heim.
Í hesum sambandi fer Før­oya Symfoniorkestur at hava stórfingna kon­sert í Fríðrikskirkjuni leygar­dagin 6. og sunnudagin 7. mai í Norðurlandahúsinum við seinasta verki Mozarts: REQUIEM (K.V. 626) og einari av hansara kendastu klaverkonsertum (K.V. 466) á skránni.

Solistar:
Sopran:Bergljót Poulsen
Alt: Elsa Súsanna Dalsgarð
Tenor: Eyðálvur Eyðálvs­son
Bass: Ágúst Ólvsson
Klaver: Jóhannes Andreasen
Dirigentur: Bernhard Wilkinson
Requiem í d. moll
K.V 626
Requiem í d-moll eftir W. A. Mozart er seinasta verkið úr hansara hond. Hann náddi ikki at fullføra tað, áðrenn hann doyði, so tað gjørdist næmingur hans­ara, Franz Süssmeyer, sum legði seinastu hond á verkið. Süssmeyer hevur sjálvur skrivað nøkur verk, men hóast hesi ikki siga frá serligum íblástri, so hevur tað eydnast honum á virðiligan hátt at fullføra verk Mozarts.

Klaverkonsert nr. 20 í d-moll (Köchel Verzeichnis 466)
Av øllum klaverkon­sert­un­um hjá Mozart, so er hend­an í d-moll tann, sum mest boðar frá tí komandi romantiska tónleikinum. Tað døkka, eggjandi og ógvusliga tónamálið kann fáa ein at hugsa um Beethoven og Schumann. Tí var tað kanska, at fólk í 19. øld dámdu so væl hesa konsertina, so at í eitt tíðar­skeið varð næstan bert henda at hoyra á kon­sertum. Hetta var jú tann tíðin, tá romantikkurin var í hásæti.
PS Gjøllari umtala av verkunum kemur seinni.