Føroya Symfoniorkestur er so gott!!

Nógv børn vitjaðu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri fyri nøkrum vikum síðani.

- Instrumentini kundu gera alt møguligt. Larma, grenja, flenna, práta saman og nógv annað. Tey kundu vera kedd og blíð. Vit halda, at tað var, sum um tey vóru sprell livandi, sigur 3. flokkur í Eysturskúlanum í ummæli av konsertini

Í bløðunum plaga ofta at vera ummæli, sum vaksin skriva um tað, tey hava lisið, sæð ella hoyrt. Hvat tey halda vera gott ella minni gott.

Vit ganga í 3. flokki í Eysturskúlanum og eru 40 næmingar í flokkinum. Vit hava eisini hug at siga frá, hvat vit halda um tað, sum vit upplivdu fyri trimum vikum síðani.

Tá vóru vit boðin til konsert í Norðurlandahúsinum. Føroya Symfoniorkestur spældi, og Jensina Olsen var frásøgufólk.

Hondina á hjartað – vit vóru ikki øll so spent at fara, men ikki tykkum at siga, so er altíð stuttligt at sleppa úr skúlanum til okkurt annað! Kalt og ilsligt var tað eisini henda morgunin, tá vit fóru stríðandi niðan í Norðurlandahúsið. Tveir lærarar vóru við okkum, og tær søgdu báðar, at tær gleddu seg. Mintu okkum á at sløkkja fartelefonir og alt tað, sum vit mugu minna hvønn annan á, tá ið tað eru vit, sum eru gestirnir.


Var tað ein ljóðmúrur?

Jú, hetta var ein góð og stuttlig konsert. Jensina dugdi so væl at fortelja fyri okkum og spæla sjónleik, meðan ljóðførini syrgdu fyri at gera ljóð til hennara rørslur. Fyrst mátti hon stríðast við at fáa ein múr burtur, so vit kundu hoyra bæði hana og orkestrið. Hetta riggaði ikki, fyrr enn hon gav honum eitt ordans karate spark. Orkestrið gjørdi øll møgulig ljóð til hetta, so tað ljóðaði akkurát, sum tað var veruligt.


Lív kom í ljóðførini

Instrumentini kundu gera alt møguligt. Larma, grenja, flenna, práta saman og nógv annað. Tey kundu vera kedd og blíð. Vit halda, at tað var, sum um tey vóru sprell livandi.

Vit halda eisini, at tað var so snilt, tá Jensina í byrjanini av konsertini lat instrumentini sjálvi siga, hvørji tey vóru. Strúkararnir vóru allir ein familja, men blivu eldri og eldri, jú størri, grovari og tyngri teir vóru og endaðu við at vera tip-tip-tip oldurabbi. Soleiðis møttu vit øllum ljóðførunum og endaðu hjá Pinkuni, sum var ein piccolo, áðrenn vit fóru inn í køkin. Soleiðis kallaði Jensina tann partin, har sum øll tey instrumentini vóru, sum geva nógvan gang, og sum man kann sláa á. Tað var stuttligt!


Orkesturleiðari í góðum lag

Søgan um Tobban, sum var ein tuba, og froskin var góð Eisini her upplivdu vit, hvussu ljóðføri kunnu siga eina søgu. Vit skiltu ikki rættiliga, hvussu øll vistu, nær tey skuldu spæla, so tað passaði akkurát til søguna og orðini hjá Jensinu. Men vit rokna við, at dirigenturin heldur skil á øllum!! Hann var so fittur og blíður - og helst við Tobban - og sá út til at tíma so væl. Eisini at fáa okkum at syngja saman við orkestrinum, sum konsertin endaði við. Tað var fyrstu ferð, at vit hava sungið afturvið einum heilum symfoniorkestri.

Tað eru nøkur í flokkinum, sum læra at spæla, og sum ikki bara kendu fleiri ljóðføri, men eisini tónleikalærarar í orkestrinum.


Fartelefonir hjá børnum ringja ikki í úrtíð.

Vit kundu hugsað okkum at sloppið aftur til konsert hjá Føroya Symfoniorkestri, sum eisini spældi so vøkur løg. Vit hava prátað um konsertina, og best dámdi okkum Pink Panter og Olsen Bandan.

Lærararnir halda, at vit vóru røsk, at vit dugdu so væl at vera til nakað, sum vit ikki eru so von við. Tær kalla tað, at vit gloymdu tíð og stað. Við hvørt er tað gott – við hvørt minni gott. Her var tað gott!! Men hetta var bara tí, at konsertin var so mikið góð. Var hon ikki tað, høvdu vit sussað og roksað eitt lítið sindur eisini. Og eitt afturat – vit hoyrdu onga fartelefon. Tað gloyma tey vaksnu ofta.

Takk fyri eina góða konsert.