Fyri eini løtu síðani varð Føroya Størsti árabátur, ein teinæringum, drigin úr neystinum úti á Mest- skipasmiðjuni í Havn.
Tað er eitt felag í Havn, sum hevur latið hann byggja og tað er Kaj Hammer, bátasmiðjur, sum hevur smíðað.
Nú skal báturin smyrjast við olju, tollar skulu setast í og ætlanin er, at hann skal flotast á ólavsøku, tá ið hann eisini fer framsýningarróður.
Teinæringurin hevur 10 árar í hvørjum borði og sostatt sita 20 fólk við árarnar ísenn.
Tróndur Patursson, sum er við í ætlanini, sigur, at tá ið teir høvdu gjørt seksæringin, Greip, kom hugskotið um eisini at gera ein teinæring, so at teir eisini høvdu tann størsta bátin.
Teir spurdu seg fyri hjá bátasmiðjum um tað mundi bera til at gera ein teinæring.
Tað hildu teir ikki var nakað í vegin og sostatt er einasti teinæringur í landinum smíðaður.
- Teir allarstørstu útróðrarbátarnir eru 36 føtur og teinæringurin er 40 føtur, so konstruktiónin er roynd.
Viðurin er úr Noregi og er bílagdur til endamálið.
Tróndur Paturson sigur, at hann er væl hóskandi til útferðir, eisini við børnum.
Hann er eisini væl hóskandi at sigla ímillum lond við, men fyrst ætla tey vita hvussu hann roynist undir segli.
Teinæringur er gamal í Føroyum, men teir hava verið sjáldsamir. Svabo skrivar um ein teinæring í Mykinesi í 1600-talinum og sagt verður eisini frá einum teinæringi í Norðoyggjum.
Men summi halda, at talan er um hendan sama mykinesbátin, sum er endaður í Norðoyggjum.
Tróndur Patursin sigur, at orðið teinæringur kemur av tíggju árar í ring.
Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar.