Gøtunes, fyrrverandi Gitte Henning 1, er ikki bara hitt størsta føroyska nótaskipið við sínum 90 metrum, men skipið er eisini hitt nýggjasta av sínum slag.
Í løtuni er Gøtunes í dokkini á Skála til vanligt viðlíkahald, og skipið tekur seg væl út henda novemberdag. Gøtunes er tó ikki størsta skip, sum hevur verið í dokk á Skála.
Her hava eitt nú staðið russiskir trolararar, sum eru einar 20-25 metrar longri enn Gøtunes, men tá stingur gronin á skipinum so eisini næstan niðan í grasið.
Tað er Varðin í Gøtu, sum eigur Gøtunes. Felagið yvirtók skipið í juni mánaði í 2020.
##med2##