Seinnapartin í dag varð Hovstunnilin tikin í brúk og dagurin kundi ikki verið betri valdur Tann, sum hevur koyrt eftir fjøllunum í dag, slapp at merkja á egnum kroppi, hvussu neyðugt tað var at gera tunnil ímillum Øravík og Hov.
Tað var niðurstøðan hjá nógvum, nú illa saknaði Hovstunnilin varð tikin í nýtslu seinnapartin í dag.
Sipað varð til, at tað var bæði kavsvart í mjørka, regn og avbera vánaligt sýnið á tí krókuta og smala vegnum um Hovsegg.
Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fekk heiðurin at skera snórin og taka tunnilin alment í nýtslu, men tann, sum var fyrstur at koyra ígjøgnum hann, var 85 ára gamli, Poul Midjord í Hovi.
Og hetta hevur uttan iva verið ein heilt serlig kensla hjá honum, tí fyri 49 árum síðani var hann eisini tann fyrsti at koyra eftir vegnum um Hovsegg, sum tá var nýgjørdur og sum tá eisini var eitt veldugt frambrot tá á døgum.
Men at tunnilin eisini er kærkomin, skilst eisini, tá ið Bjarni Djurholm upplýsti, at Hovsvegurin er tað vegastrekkið í landinum, har tað eru hend flest ferðsluóhapp eftir bilatalinum, sum koyra eftir vegnum.
Tað vóru eisini fleiri sum høvdu á munni, at hetta var snøggasti tunnilin í landinum.
Og at talan er um valaverk, gekk sjón fyri søgn fyri hjá teimum mongu, sum koyrdu, súkklaðu, runnu ella gingu ígjøgnum hann í dag.
Men tunnilin er eisini serligur við tað, at hann er tann fyrsti í landinum, har tað ber til at hoyra allar tríggjar útvarpsrásirnar, Útvarpið, Rás 2 og Lindina.
Tað er ikki bara gjørt fyri at gera koyritúrin hugnaligari, men eisini fyri trygdina, tí í neyðstøðu, kann politiið fáa boð ígjøgnum eina av rásunum.
So hyggjuráðini hjá teimum, sum koyra ígjøgnum tunnilin, er at lurta eftir einari av rásunum.
Annars eru neyðtelefonir og ljós í tunlinum.
Í kvøld heldur tunnilshátíðarhaldið fram við konsert í pubbini hjá Thomsen og tunnilsdansi í Klubbanum á Tvøroyri.
Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera.