Kristmund Jóhannesen av Skála var ikki bara tann allarskjótasti at vinda upp eitt noða, meðan dáman Kristbjørg Toftegaard helt hespuni. Noðað hjá unga skálamanninum var eisini tað avgjørt vakrasta og trillrundasta í allari kappingini, sum var ein týðandi liður í metingini um, hvør skuldi hava 1. plássið
Trúði hann skuldi halda
Heili átta pør luttóku í kappingini um at vinda hespu upp í noða, og onkra løtu sá tað ikki sørt fløkjasligt út á pallinum. Kappingin var skipað soleiðis, at tað vóru menninir, sum vundu, meðan dámurnar hildu hespunum.
Ovfarni vinnarin vildi vera við, góða úrslitið heilt vist ikki stóðst av, at hann var vanur at vinda upp hespur. Kristbjørg Toftegaard var eisini skjót at leggja afturat, at tað ikki var henni fyri at takka, at sjeikurin er vorðin ein so framúr dugnaligur hespuvindari.
- Tað er í øllum førum ikki tí, eg bindi meir enn onnur konufólk, segði Kristbjørg, meðan Kristmund viðgekk, at hann hevði verið serliga spentur uppá kappingina at skera agn.
- Eitt systkinabarn meldaði meg til hesa vindikappingina. Eg segði bara ja, tí eg trúði, at eg skuldi halda hespuni, smíltist fryntligi skálamaðurin og legði afturat, at kanska lá góða hespuhandalagið til familjuna.
- Mamma er ófør at vinda hespur, og tað gongur við rúkandi ferð hjá henni. So kanska tað liggur í blóðinum, grunaði Føroya fyrsti føroyameistari av hesum slag.
Umframt tey átta noðuni, sum vórðu vundin í kappingini, vann unga parið eisini 15 hespur av føroyskum tógvi.
Tað var Norðoya Kunningarstova við Meiken Steinberg leiðara, sum skipaði fyri hesi forkunnugu kapping á Sjómannadegnum.