Føroya Náttúrugripasavn nýggja heimasíðu

Føroya Náttúrugripasavn hevur merkt ein øktan tørv á kunning um stovnin og føroysku náttúruna, og tí er íløga gjørd í nýggja heimasíðu. Hon er nú liðug - Nýggja heimasíðan verður andlitið úteftir, og hon fer at vera eitt natúrligt stað at leita sær kunning um alt, ið rørir seg í náttúruni, sigur Náttúrugripasavnið í tíðindabrævi.

Savning og gransking eru aðalmálini hjá Náttúrugripasavninum. Heimasíðan verður alsamt dagførd við nýggjastu vitanini um gransking av føroysku náttúruni. Harumframt skal tað vera lætt og einfalt at leita fram hentar upplýsingar og hagtøl um føroysku náttúruna í dátusavni.

Náttúrugripasavnið hevur sum visjón at vera fremsti vitanardepil um hina livandi føroysku náttúruna, og aðaltátturin í virkseminum á savninum skal vera ein virkin og livandi heimasíða, stendur skrivað í tíðindabrævinum.