Barnsburðarfarloyvi
? Vit hava havt nøkur dømi um, at mammur hava biðið um longt barnsburðarfarloyvi, sigur Finn Nielsen, stjóri á Føroya Keypsamtøku. ? Eg vil siga, at hesir spurningar hava altíð verið viðgjørdir við vælvild. Ofta er tað munur á, hvat man vil, og hvat er praktiskt møguligt. Vit hava sjey handlar runt í Føroyum, so umstøðurnar eru eitt sindur øðrvísi frá handli til handli.
Men Finn Nielsen metir, at á Føroya Keypsamtøku eru tey ógvuliga lagalig, hvat longdum barnsburðarfaroyvi viðvíkur. Longt barnsburðarfaroyvi hevur higartil verið
játta í stóran mun, tó uttan løn.
? Tær ymsu støðurnar verða mettar, og higartil hevur tað ikki víst seg, at verða nakar trupulleiki, sigur Finn Nielsen. ? Vit merkja tað, sum øll onnur, at tað er tørvur á ansingarplássum, men vit eru ikki nakað øðrvísi dømi.