Føroya fyrsta djóraheim

Djóraverndarfelagið hevur seinastu árini merkt, at tørvurin á einum djóraheimi er vorðin alt meira átroðkandi. Djóraverndarfelagið hevur á hvørjum ári fleiri enn 300 djór gjøgnum sína skipan.

 

Tí verður verkætlanin um føroyskt djóraheim sett í gongd nú. Ætlanin er at djórini hjá Djóraverndarfelagnum kunnu fáa eitt fyribilspláss, meting og møguliga átroðkandi viðgerð á djórheiminum - og síðani kunnu tey fara víðari í nýggj heim.

 

 

-Vit byrja verkætlanina við ongum minni enn einum stórum innsavningartiltaki í Norðurlandahúsinum, sigur forkvinnan í Djóraverndarfelagnum, Turid Christophersen.

 

Tiltakið verður leygardagin 20. august í Norðurlandahúsinum.

 

Tá fáa føroyingar eina heimsfrumframsýning av filminum The Whale. Filmurin er ein dokumentar um ein mastrahval, ið villist einsamallur inn í ein fjørð í British Columbia í Kanada. Tá ið hvalur ikki hevur nakrar av sínum líkum rundan um seg, roynir hann at gerast vinur við fólkið, ið býr á staðnum. Filmurin vísir eina søgu um, hvussu margháttligt tað kann ganga fyri seg, tá ið náttúra og fólk liva tætt saman.

 

- Vit hava valt at vísa júst hendan filmin, tí hann er sera hóskandi til føroyska samfelagið, har ið vit liva tætt knýtt at okkara náttúru og djórum. Søgan kundi eins væl verði úr Føroyum, sigur Turid.

 

Filmurin er gjørdur av millum øðrum Ryan Reynolds og Scarlett Johansson. Suzanne Chisholm, ein av filmsframleiðarunum, verður við til sýningina saman við Ady Gil. Suzanne kemur at svara spurningum um framleiðsluna av filminum.

 

Í forhøllini í Norðurlandahúsinum fáa fólk høvið at síggja, hvussu nýggja djórheimið kemur at vera og ítøkuligu ætlaninir - og høvi verður at

seta spurningar.

 

Inntøkurnar frá tiltakinum, ið Djóraverndarfelagið stendur fyri, fara til djórheimið. Ady Gil stuðlar tiltakinum.

 

Hesum boðar Djóraverndarfelagið frá.