Eyðun Johannesen, næstformaður í FF
-----
Nú tað stundar til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag, hava nøkur lesarabrøv verið at lisið í bløðunum, frá formanni og nevndarlimi í Føroya Fiskimannafelag.
Eg havi sjálvur verið nevndarlimur í FF í yvir 20 ár, harav uml. 15 ár sum næstformaður. Eftir at hava lisið lesarabrøvini í bløðunum, kann eg ikki sita kúrrur longur. Havi annars í alla mína tíð verið loyalur mótvegis felagnum og tað til eina og hvørja tíð sitandi nevnd og formanni. Hesin loyalitetur hevur verið orsøk til, at eg ikki havi ført hesi sjónarmið fram í fjølmiðlunum fyrr enn nú. Eg havi tó ásannað, at av felag, nevnd og formanni, er felagið tað týdningarmiklasta, og hesar reglur eru skrivaðar, við tí vón, at verða til bata fyri felagið.
Í lesarabrævið hjá Fríðriki Sivertsen, sum eg taki fult undir við, har hann sigur, at fíggjarliga stýringin av felagnum, ikki er á sama høga støði, sum hon áður hevur verið. Hesum kann eg bara vera samdur í. Hóast inntøkurnar eru hækkaðar, er úrslitið lækkað munandi. T.d. eru sakføraraútreiðslurnar hækkaðar munandi, tí at tað tykist sum ein meginregla, at tann harði vegurin við sakførarum á odda, skal roynast áðrenn roynt verður við samráðingum millum partarnar.
Í útvarpinum eftir aðalfundin herfyri, segði formaðurin, at nevndin í felagnum lekur sum ein sáld, og at Reiðarafelagið visti nágreiniliga, hvat Føroya Fiskimannafelag ætlaði at gera. Hesum ákærum vil eg staðiliga afturvísa, men heldur vísa á, at okkara formaður sjálvur er farin heldur lætt um sannleikan bæði í nevnd og í fjølmiðlunum.
Hesa seinastu tíðina er tað fleiri ferðir komið fyri, at eg havi verið ósamdur við handfaringina av fleiri málum. Eg kann t.d. nevna, at málini viðvíkjandi Carlton og Artic Viking kundu verið handfarin á ein nógv skynsamari hátt. Eisini haldi eg, at tað kann vera sera óheppið at siga sáttmálan upp á hvørjum ári, uttan at hava nakað átrokandi mál at fremja. Seinast varð hetta eisini gjørt, í eini tíð, har reiðararnir vóru sperdir peningaliga, og onki komma bleiv flutt, so hetta kom sera væl við hjá reiðarunum.
At enda vil eg vóna, at felagið í framtíðini kann vísa ein hóligari framferðarhátt, har fyrst verður roynt við samráðingum, og ikki verður byrjað við at hála í táttarnar hvør á øðrum.