Føroya Felag móti Krabbameini varpar ljós á avvarðandi

Álvarslig sjúka rakar eisini avvarðandi. Tað ásannar eitt tað størsta sjúklingafelagið í Føroyum, Føroya Felag móti Krabbameini. Stórur partur av teimum, sum venda sær til felagið at fáa ráð og vegleiðing, eru avvarðandi at krabbameinssjúklingum. Tí skipar felagið í juni fyri skeiði fyri avvarðandi at krabbameinssjúklingum. Eisini verður skipað fyri almennum fyrilestri fyri avvarðandi at øllum, ið hava kroniska sjúku, sum krabbamein eisini kann vera. Tað verður Thorkild N. Jørgensen, psykoterapeutur, sum fer at hava skeiðið og halda fyrilesturin.

Fyrilesturin Álvarslig sjúka rakar eisini avvarðandi verður hósdagin 15. juni. Kl. 19.00 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Skeiðið fyri vaksin avvarðandi at krabbameinssjúklingum Avvarðandi tørvar eina oasu verður leygardagin 17. juni frá kl. 9.00 til 16.30 í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Havn. Áhugað kunnu tekna seg hjá felagnum telefon 317959.

Fólk hava høvi at avtala samrøðu undir fýra eygum við Thorkild N. Jørgensen, ið er psykoterapeutur. Hann hevur arbeitt við sjúkuraktum í nógv ár; hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum psykoterapeutur og diakon. Soleiðis lýsir hann støðuna hjá avvarðandi: Nógv avvarðandi brúka alla sína orku at nøkta tørvin hjá tí sjúka. Tað er natúrligt og rætt at vilja hjálpa teimum, ið standa tær nær. Men tað kann henda, at tú missir teg sjálva ella sjálvan burtur, og eitt slag av bundinskapi verður skapt, sum ikki er gott fyri nakran part. Júst hetta, hesin bundinskapurin, kann raka tann avvarðandi, greiðir Thorkhild frá. Setur tú sum avvarðandi tín egna tørv til viks, mást tú læra at síggja, hvørji støðu, tú ert í. Tað ber til at gera títt besta fyri tann sjúka uttan at missa teg sjálva ella sjálvan burtur. Og tað ber eisini til at koma til sættis við sorgina, pínuna og samvitskubitið, sum nærum altíð knýtur seg til at síggja onnur pínast. Meiningin er, at øll, eisini tann álvarsliga sjúki, kunnu fáa eina góða tíð saman. Avvarðandi tørvar eina oasu.
Áhugað kunnu venda sær til Føroya Felag Móti Krabbameini ella Thorkild N. Jørgensen við spurningum, áðrenn tey tekna seg til skeiðið.

Lesið meiri á:
www.krabbamein.fo
www.livifokus.dk
www.psykoterapeutforeningen.dk

Eisini ber til at ringja til Føroya Felag Móti Krabbameini, telefon 317959