Føroya fólk hevur tignina!

Hanna Jensen


Sannleikin er illa lýddur. Hann er tað einasta, sum kann fáa eitt sindur av rør­ing í ta annars rættiliga tomu ting- og landsstýris­manningina, vit hava.
Uttan at taka støðu til makt­spælið ímillum politik­ararnar, so er tað púra greitt, at Poul Michelsen er tann einasti í Fólkaflokinum á tingi, sum umboðar veru­ligan fólkaflokspolitikk í tjóðskaparmálinum. Hann sigur tað, sum øll vita, at einasta endamálið hjá hes­ari samgonguni er at halda tjóðskaparligu kreftunum aftur. So einfalt kann tað sig­ast. Soleiðis skal henda 4-ára oyðimarkargongdin skiljast.Vónandi kemur ikki eitt 0 afturat!
Samgonguleiðarin – okk­ara núverandi løgmaður - er ein danskur tjóðskapar­mað­ur. Hann brennur fyri at tekkj­ast donsku myndug­leik­unum. “Vit kunnu ikki...vit megna ikki...donsku mynd­ugleikarnir siga...o.s.fr.” Hann vil so fegin flagga við Merkinum, men...men..., og aftur men... Poul Mohr (liggur tað til navnið Poul?) segði tað so bein­rakið: “Um hann er ein maður, so...”.
“Primitivt”, helt onkur um tað, Poul Mohr segði. Men tað sær út til, at einasti máti at fáa fólk at lurta og rakna við er við at kalla ting­ini við navni. Og nær er tað vorðið privmitivt at siga sannleikan? Tá kemur eldur í tað gamla hoyggið. Um løg­maður er ein maður (les statsmaður!), so tekur hann stig fyri tað føroyska fólkið í staðin fyri at goyma seg aftan fyri okkurt nýliga undir­skrivað skjal. Ein sátt­máli, har annar parturin missir síni rættindi til fyri­muns fyri hin partin, er ikki verdur at halda fast við, men eigur at verða upp­sagdur í stundini. Hetta er m.a. galdandi fyri skjøl, lógir, ríkis­lógar­tilmæli og onnur misfostur hendan samgongan hevur megnað at føtt.
Harra løgmaður, virð tað fólk, tú ert settur at umsita rættindi og ognir fyri! Vís tí tað tign, tað er vert og hevur uppiborið eftir so drúgva tíð undir mannminkandi kor­um! Føroya fólk hevur tignina at umboða seg sjálvt. Tað er tað einasta fólk­ið í heiminum, sum kann gera tað. Og er tað full­veldi, sum skal til (og tað er tað!!), ja so lat okkum fáa føroyskt fullveldi í Før­oy­um! Tástani fær løg­mans­embætið ta tign, tað eigur at hava. Tástani er tað nakað veruligt, at vera Føroya løg­maður.

hanna10@post.olivant.fo