Ein partur av elstu búsiting í Føroyum hevur í fleiri ár staðið til at farið í havið. Talan er um fornu búsetingina undir landsvegnum á Sondum á Sandi. Undan bakkanum eru komnar leivdir av búseting, sum verður mett at vera umleið 1700 ára gomul.
Í nøkur ár hava bæði Sands kommuna, Søvn Landsins og Landsverk víst landsins myndugleikum á, at hesi jarðfestu fornminni, ið mugu metast sum fornfrøðiligir dýrgripir, eru um at fara fyri bakka.
Nógv dømi eru um, at landsins myndugleikar hava gjørt bakkaverjur til vernd av fornminnum.
Ytst á bakkatromini niðan fyri landsvegin á Sondum stendur eisini eitt gamalt gróthús, og her eru bara sentimetrar eftir, til útsynningshornið rapar undan húsinum og endar niðri í fjøruni.
Tað gleðir fólk í Sands kommunu, at Landsverk nú er farið í holt við hetta arbeiði til vernd av hesi aldargomlu búseting. Um dagarnar hevur nevniliga verið arbeitt við at leggja ein koyriveg niðri í fjøruni á Sondum, soleiðis at stórt grót kann koyrast til og leggjast í fjøruna til vernd móti brimi.
Tað er Landsverk, sum í løtuni er í holt við hetta arbeiði, og sum skilst verður stórt verjugrót fingið til vega úr Skopun. Eitt er so sjálv brimverjan. Annað er, at laðast má eisini upp undir bakkan, soleiðis at bakkin ikki skrædnar.
##med2##