Talan er um eina vikarstovu, sum Oda Andreasen og Poula Debes Clementsen hava sett á stovn Nú fer ein vikarstova at byrja sítt virksemi her á landi. Talan er um eina vikarstovu til sjúkrahús og aðrar heilsustovnar í landinum.
Í hesum sambandi søkja tær báðar eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, pleygarum, sjúkrahjálparum og heilsuhjálparum, sum hava hug at arbeiða sum vikarar. Tær vilja fegnar frætta frá so væl pensjóneraðum fólki sum frá nýútbúnum, tí hetta er ein góður háttur at finna seg til rættis í ynskistarvi.
Oda Andreasen er RAB-skrásett alternativur viðgerði í zonuterapi, hon er sjúkrahjálpari og pleygari og starvast á landssjúkrahúsinum. Poula Debes Clementsen er heilsurøktari og starvast á einum røktarheimi í Tórshavn. Hon hevur frammman undan starvast 8 ár á eini vikarstovu í Danmark.
- Av royndum vita vit, at tørvurin á vikarum er stórur her á landi, og tí verða øll, sum hava áhuga at vita meiri um okkara vikarstovu, boðin inn á gólvið mikudagin 29. August millum klokkan 14 og 18, siga tær báðar.
Vikarstovan heldur til í Magnus Heinasonargøtu 26, har zonuterapiklinikkin hjá Odu er.
Til ber at koma í samband við Føroya Care á telefon 280096, 280097 ella fax 319096. E-mail adressan er: foroyacare@email.fo