Føroya Bjór fekk bót

Í rættinum mánadagin bleiv Føroya Bjór dømt at rinda eina bót upp á 10.000 krónur fyri brot á lógina um at lýsa við sterkum løgum. Hinvegin varð Club 20 í Havn fríkent

Føroya Bjór varð dømt, tí tað var mett at vera brot á lógina at tey lýstu við matuppskriftum á baksíðuni á Dimmalætting har øl var nýtt. Eisini vóru myndir av teimum sterku ølunum. Hetta metti dómarin var brot á lógina og dømdi tískil Føroya Bjór at rinda 10.000 krónur í bót.
Club 20 varð hinvegin fríkent, tí dómarin metti ikki, at tað vóru haldgóð prógv fyri, at tey høvdu brotið lógina, tá tey lýstu við at Jólabryggj fór fyri hálvan prís. Orsøkin var, at ikki kundi staðfestast, um talan var um tað sterka ella tað veika jólaølið. Og sostatt kom ivin Club 20 tilgóðar, og felagið varð fríkent.