Føroya Bjór byggir goymslubygning

Føroya Bjór hevur fingið byggiloyvi til goymslubygning frá Tórshavnar kommunu. Føroya Bjór hevur tvey grundstykki í Havnardali. Tórshavnar kommuna sigur, at fyritøkan noyðist at byggja á grundstykkjunum, annars fara hesi aftur til kommuna. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, greiðir frá, at bygningurin fer at avlasta goymsluna í Klaksvík. Bygningurin verður einar 600 kvadratmetur, ið er 100 kvadratmetur størri enn goymsluna, ið longu er í Tórshavn.