Føroya Banki steingir tríggjar deildir

Frá 1. februar 2005 verða broytingar í deildarbygnaðinum hjá Føroya Banka.
Tríggjar deildir verða útbygdar, á tveimum deildum verður avgreiðslutíðin avmarkað, og tríggjar deildir verða stongdar

Nýggi deildarbygnaðurin hjá Føroya Banka, sum kemur í gildi tann 1. februar, hevur við sær, at tríggjar deildir bankans steingja. Tað er deildirnar á Flogvøllinum, á Skála og í Leirvík.
Í nýggja bygnaðinum hjá Føroya Banka fáa kundarnir tó betri atgongd til ráðgeving í nærumhvørvinum, men í summum førum heldur longri til nærmastu kassaavgreiðslu.
Framyvir verður rúm fyri munandi fleiri kundaráðgevum, meðan talið av avgreiðslustørvum minkar. Nýggju ráðgevingaruppgávurnar koma at verða røktar av verandi starvsliði, og bankin bjóðar starvsfólkunum eitt miðvíst útbúgvingartilboð, fyri at tey kunnu brynja seg best møguligt til nýggju avbjóðingarnar.
Deildirnar í Kollafirði, á Strondum og í Gøtu, sum higartil hava verið avgreiðsludeildir, verða útbygdar, og koma framyvir allar at hava opið fulla tíð, og at bjóða allar tænastur, ráðgeving, inn- og útlán, tryggingar, fíggjaríløgur við meira. Hinvegin verða deildirnar á Flogvøllinum, á Skála og í Leirvík sum sagt stongdar. Á deildunum á Eiði og í Hvalba verða avgreiðslutíðirnar styttar til 2 tímar um dagin, tríggjar dagar um vikuna.
Eftir broytingarnar fer bankin sostatt at hava færri deildir, men deildirnar verða størri, og hava meiri víðfevnt útboð.

Færri deildir
Í nýggja bygnaðinum verða færri deildir - 20 í mun til verandi 23 deildirnar. Hinvegin koma meginparturin av deildunum nú at bjóða allar tænastur - 14 av 20 deildum - í mun til verandi bygnað, har bert 11 av 23 deildum bjóða allar tænastur, meðan restin fyri tað mesta bert bjóða kassaavgreiðslur. Í hjálagda korti, er nýggi deildarbygnaðurin avmyndaður.
Kundar okkara vilja hava meiri ráðgeving um m.a. útlán, tryggingar, fíggjaríløgur v.m. Bankin hevur tí tey seinnu árini økt um talið av starvsfólkum, ið veita ráðgevingartænastur, men verandi bygnaður hevur verið ein forðing, av tí at nógvu avgreiðsludeildir bankans hava bundið nógv fólk til kassaavgreiðslur, hóast eftirspurningurin eftir hesi tænastu er minkaður heili 60% seinastu 5 árini, orsakað av øktu møguleikunum at gjalda sjálvvirkandi á ein lættan og bíligan hátt.