Føroya Banki hevur í dag boðað frá, at hann vil keypa sunna partin av virkseminum í Fionia Bank á Fyn. Ætlanin er at varðveita Fionia Bank sum sjálvstøðugan banka við høvuðssæti á Fyn
Fionia Bank kom í februar í ár í trupulleikar, og virksemi bankans varð lagt í avtøkufelagið Finansiel Stabilitet, sum nú stendur fyri at selja bankan. Sølan skal avgreiðast mánadagin 31. august, og tí bjóðar Føroya Banki upp á Fionia Bank nú.
Bankin hevur gjørt samstarvsavtalu við Lån & Spar Bank um, at Lån & Spar Bank yvirtekur nakrar av deildunum í Fionia Bank í sambandi við ætlaða keypið.
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, sigur:
- Vit hava allatíðina sagt, at okkara mál er at vaksa uttanlands, og stigið at bjóða upp á Fionia Bank er liður í hesi strategi. Vit halda, at talan er um eitt gott keyp, tí vánaligu lánini hjá bankanum eru lúkað burtur, og váðin at keypa bankan er tí lítil.
Fionia Bank hevur 28 deildir á Fyn, og ætlanin er, at Føroya Banki skal yvirtaka 19 deildir og Lån & Spar Bank níggju. Føroya Banki fer at leggja dent á somu forrætningsøkir sum í Føroyum, privatkundar og vinnukundar.
- Kanska verður tað fatað sum framligt, at vit nú bjóða upp á Fionia Bank, tá tað er alment kent, at stórir norðurlendskir bankar eisini liggja framvið at keypa bankan. Men vit meta, at vit kunnu skapa góðan vøkstur og fáa gott fótafesti á danska marknaðinum, um tað eydnast okkum at keypa bankan,? sigur Janus Petersen.
Fionia Bank er einasti bankin, sum hevur høvuðssæti á Fyn. Eydnast Føroya Banka at keypa bankan, verður hann verandi ein av stóru bankunum hjá teimum 500.000 íbúgvunum á Fyn.