Úrslitið hjá Føroya Banka fyri skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár er 84 mió kr, og bankin heldur fast við væntaða úrslitið furo 2008 upp á millum 265 og 285 milliónir krónur fyri virðisjavnan og skatt Samstundis boðar bankin frá, at bankin fer at umskipa deildarnetið.
- Deildirnar verða færri, men sterkari, og nýggj kundatænasta fer til verka, sigur bankin í tíðindaskrivi, sum annars er soljóðandi:
?Grundraksturin hjá Føroya Banka øktist nógv fyrstu níggju mánaðirnar í 2008. Úrslitið fyri virðisjavnan, skatt og burturleggingar var 149 mió. kr. samanborið við 84 mió. kr. sama tíðarskeið í 2007. Framgongdin var 78 prosent. Úrslitið fyri skatt var 84 mió. kr. Eftir skatt var úrslitið 70 mió. kr.
Nettorentuinntøkurnar vuksu upp í 256 mió. kr. fyrstu níggju mánaðirnar í ár úr 212 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Virðisjavnanin av virðisbrøvum gav 47 mió. kr. í tapi fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við 22 mió. kr. í vinningi somu tíð í fjør. Henda gongd stóðst av órógvini á altjóða fíggjarmarknaðunum.
Fyrstu níggju mánaðirnar í ár burturlegði Føroya Banki 18 mió. kr. ímóti tapum. Sama tíðarskeið í fjør afturførdi bankin 29 mió. kr.
?Vit fegnast um at hava økt grundraksturin við 65 mió. kr. fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Avbjóðingarnar í fíggjarheiminum hava verið stórar, men Føroya Banki stendur seg væl hóast søguliga stóru órógvina, tí raksturin er góður,? sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Solvensurin hjá Føroya Banka er nú 18,3 prosent. Gjaldførisprosentið er 72 yvir lógarkravið.
Útlán bankans vóru 30. september í ár 7,8 mia. kr. samanborið við 6,8 mia. kr. somu tíð í fjør. Innlán bankans vóru 5,5 mia. kr. samanborið við 5,3 mia. kr. somu tíð í 2007.
Eginpeningurin er 1.413 mió. kr.
Deildarnetið umskipað
Samstundis sum Føroya Banki boðar frá úrslitinum fyrstu níggju mánaðirnar í ár, boðar bankin frá, at deildarnetið verður umskipað.
Av tí, at flestu bankaørindi verða avgreidd á teldu ella við korti, minkar talið á vitjanum á bankadeildunum støðugt. Hetta hevur havt við sær, at bankin hevur latið fleiri kassaavgreiðslur aftur seinnu árini, samstundis sum ráðgevingin á økisdeildunum er ment.
Hendan gongdin heldur nú fram.
Frá 12. november 2008 lata deildirnar hjá Føroya Banka í Vági, Sørvági, á Strondum, við Norðskála og í Gøtu aftur. Samstundis verður ráðgevingin á økisdeildum bankans styrkt, og nýggj kundatænastu fer at virka. Kundatænastan svarar á tlf. 330 330 og avgreiðir øll vanlig bankaørindi skjótt og lætt.
Umskipanin av deildarnetinum hevur við sær, at 14 fólk færri verða í Føroya Banka. Samlaða starvsfólkatalið verður eftir umskipanina 228.
?Vit leggja dent á at skapa sterkar ráðgevingareindir í bankanum, og hetta hevur so við sær, at smærri deildir, ið mest hava fingist við vanligar avgreiðslur, lata aftur. Vit harmast um, at umskipanin av deildarnetinum hevur við sær, at fólk mugu úr starvi,? sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Eftir umskipanina fer Føroya Banki at hava níggju deildir kring landið. Tær verða í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará, Fuglafirði, Kollafirði, Vestmanna, Miðvági og á Sandi. Um eitt ár er tó ætlanin at leggja deildirnar í Vestmanna og Kollafirði saman. Á økisdeildunum verða kundarøktin og kundaráðgevingin styrktar.
?Á stórum deildum ber til at skapa eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógvum avbjóðingum fyri einstaka starvsfólkið. Vit ætla, at umskipanin skal hava við sær uppaftur betri og virknari kundarøkt, og vóna, at bankin framhaldandi kann draga fólk við góðum førleikum aftrat sær,? sigur Janus Petersen.?










