Føroya Arbeiðsgevarafelag við dagførdum sjónarmiðum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í sambandi við vinnudagin 4. oktober latið gera bóklingin "Vinnusjónarmið 2002."

Í bóklinginum leggur felagið fram síni sjónarmið um ein hóp av viðurskiftum, ið við-koma vinnuni. Felagið sigur sína hugsan um eftirlitið við búskapinum, fiskivinnupolitikkin, arbeiðsmarknaðin, skúlaskap, skattamál, almennu umsitingina, lógarsmíð og viðurskiftini við umheimin.
Í bóklinginum verður millum annað víst á:

-at boðskapurin hjá Búskaparráðnum mangan er ov teoretiskur
-at altjóða stovnar sum OECD eisini áttu at gjørt metingar av føroyska búskapinum
-at protektionisma í flestu førum ikki er nøkur gongd leið
-at tað almenna í ávísum førum framvegis letur rakstrarstuðul
-at vantandi barnaansing eisini er ein trupulleiki fyri vinnuna
-at tað er vandamikið at samtykkja ov nógvar av-skrivaðar ES-lógir
-at tað kundi verið skilagott at lært næmingar enskt longu í 1. flokki
-at Fróðskaparsetið má hugsa seg betur um, áðrenn tað knýtir granskarar at sær
-at almennir grunnar og játtanir áttu at verið samskipað í sama húsi
-at punktavgjald er á sjónvørpum, men ikki sofum, sum hyggjararnir sita í
-at fólk gjalda toppskatt av lønum, sum ikki eru topplønir
-at undantøk frá mvg-skipanini kunnu vera óheppin fyri vinnulívið
-at skattalógin diskriminerar føroysk virki í mun til útlendsk í oljuhøpi
-at almenna umsitingin er vorðin rættiliga stór eftir fáum árum
-at almenna innkeypið átti at verið skrásett á eini alment atkomiligari heima-síðu
-at størri dentur átti at verið lagdur á útbjóðingar av almennum tænastum
-at lógarsmíðið má gerast betri við hoyringum av relevantum pørtum
-at ferð má setast á føroyska kjakið um ES

Um tit ikki longu hava fingið fatur á hesum bóklingi á Vinnudegnum, so sigið frá, so senda vit hann til tykkum. Hava tit spurn-ingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til mín.