Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag
Tórshavn, tann 15-05-01
Í skjalinum sum heft er við semjuni sum gjørd er millum frammanfyri nevndu feløg 08.05.01 stendur viðvíkjandi arbeiðstíðini sum ásett í grein 8:
"Hesar arbeiðstíðir skulu liggja millum kl. 07.00 og 18.00 og skulu stjórnirnar hjá meginfeløgunum hava hesar avtalur, sum skulu vera skrivligar til góðkenningar ".
Nú er tað soleiðis, at tá talan er um fakfeløgini hjá teimum ófaklærdu, so finst bert eitt meginfelag, nevniliga Føroya Arbeiðarafelag og um semjan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hinumegin skal lesast eftir orðingini, so mugu limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík góðtaka, at um arbeiðstíðir teirra skulu broytast, so skal Føroya Arbeiðarafelag hava hesar avtalur til góðkenningar.
Orðingin er helst tekin um, at sáttmálarnir hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu-felag ikki eru nóg væl lisnir, áðrenn teir eru avskrivaðir ella er hetta tekin um, at Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík ikki meta, at leiðslurnar í hesum feløgunum hava førleika at meta um, hvussu arbeiðstíðirnar hjá limunum í hesum feløgum skulu ver.
Undir øllum umstøðum er orðingin av hesum semjuskjali tekin um, at bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík uttan rættingar av nøkrum slagi skriva av sátt-málaorðingar, sum onnur fakfeløg hava stríðst seg til, í sambandi við undanfarnar samráðingar.
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík siga til, at leiðslurnar í hesum feløgunum hava latið øðrum felag upp í hendi at avgera, hvussu arbeiðstíðirnar hjá hesum limum skulu vera.