Førleikamenning av okkara dýrmætasta tilfeingi

Arbeiðsfjøldin er dýrmætasta tilfeingi okkara. Hetta sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í teirra áhugaverda bóklingi Vinnusjónarmið, sum júst er útkomin. Og eg eri púra samd. Arbeiðsfjøldin skal støðugt førleikamennast til at megna tær mongu avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Lívslong læring – eisini fyri ófaklærd

Vit skulu betra um møguleikarnar fyri førleikamenning og fyri lívslangari læring, eisini fyri ófaklærd. Ikki tí, at samfelagnum ikki tørvar ófaklærd, tí okkum tørvar øll menniskju. Men vit vita, at arbeiðsloysi rakar fólk uttan útbúgving nógv harðari enn fólk við útbúgving, tí í kreppu hvørva arbeiðsplássini fyri ófaklærd í nógv størri mun enn arbeiðspláss fyri fólk við útbúgving. Ófaklærd eru eisini meira útsett fyri fátækradømi enn fólk við útbúgving.

Heilsuskúlin – gott dømi um arbeiðsmarknaðarútbúgving

Heilsuskúlin í Suðuroy er sera væleydnaður skúli til frama fyri førleikamenning av ófaklærdum. Her hava serliga kvinnur, sum annars allarhelst ongantíð høvdu fingið nakra útbúgving, møguleika fyri at gerast enn dugnaligari til teirra arbeiði.

Vit eiga at skipa líknandi arbeiðsmarknaðar-útbúgvingar fyri ófaklærd og fyri fólk við styttri útbúgvingum, kring alt landið, so at einstaklingar fáa møguleika fyri at gerast enn betri til teirra arbeiði, samstundis sum tey fáa eitt tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hesar útbúgvingar kundu verið innan eitt nú fiskivinnu, matvøruvinnu og tænastuvinnur.

Við fleiri arbeiðsmarknaðarútbúgvingum fáa vit eisini eina dygdarbetri arbeiðsfjøld, sum kann taka av teimum mongu og fjølbroyttu avbjóðingunum, ið eru á arbeiðsmarknaðinum í 21. øld.


Kristianna Winther Poulsen, valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið