Fýra ísraelsmenn skotnir á Vestara Áarbakka

Ókendir menn skutu seinnapartin fýra ísraelsmenn, sum sótu í einum bili á Vestara Áarbakka. Upplýsingarnar eru frá ísraelskum sjúkrahúskeldum, og seinni hevur løgreglan váttað tíðindini.

-Vit kunnu vátta, at tey fýra doyðu á staðnum, sigur talsmaðurin hjá ísraelsku løgregluni, Micky Rosenfeld, við tíðindastovurnar.

Sambært talsmanninum var álopið í skýmingini nærhendis býnum Hebron, og løgreglan leitar nú eftir álopsmonnunum.

Ísraelski herurin hevur annars staðið tilbúgvin á Vestara Áarbakka í dag í sambandi við, at Benjamin Netanyahu, fortsætisráðharri, skal hitta palestinska forsetan, Mahmoud Abbas, í Washington.