- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, nú páskirnar eru í hondum.
Hóast apríl júst eru byrjaður, eru sambært Fiskamarknaði Føroya tvey ísfiskapør longu farin á gulllaksaveiði.
Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni.
- Annar fiskar eftir kongafiski, og hin fiskar blálongu. Væntandi landa djúpvatnstrolararnir miðskeiðis í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at fimm av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri.