Ein fýra ára gamal drongur varð í dag stungin í hel á gøtuni. Samstundis bleiv ein 14-ára gomul genta stungin í búkin Um eitt-tíðina í dag varð ein fýra ára gamal drongur stungin í hel á Royd Street í lítla býnum Slaithwaite nærhendis Huddersfield.
Ein 14-ára gomul genta varð samstundis stungin í búkin og bringuna, og læknar á Huddersfield Royal Infermary upplýsa, at skaðarnir er álvarsamir, sambært politinum á staðnum.
Tveir mans, annar 47-ára gamal, eru handtiknir í sambandi við hendingina.
Ein íbúgvi á gøtuni sigur við BBC, at fólk eru skelkað.
Tað hendi beint uttan fyri hús míni. Løgreglan hevur sperrað stóran part av gøtuni og fólk sleppa ikki út. Men vit varnaðust einki, fyrr enn gøtan varð sperrað, sigur Paul O?Shea sambært ekstrabladet.dk.
Tað er ikki long tíð síðani, at ein 11-ára gamal drongur varð skotin á opnari gøtu í Bretlandi.










