Í gjár vóru fýra ár, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv úr einum hotellkamari í Portugal, har hon var og ferðaðist saman við foreldrunum. Madeleine var knappliga fýra ár, tá hon hvarv, og hendingin vakti stóran ans og fekk nógva umrøðu í heimsins fjølmiðlum í langa tíð.
Foreldrini hjá Madeleine geva nú út eina bók í hennara navni. Tey siga, at bókin vónandi kann fáa tey, sum vita okkurt um gentuna, at gera vart við seg. Upprunaliga skuldi bókin koma í bókabúðirnar í síðstu viku, men útgávan varð útsett orsakað av tí kongaliga brúdleypinum í Bretlandi.
Formliga gavst portugisiska løgreglan at kanna Madeleine McCann-málið í juli í 2008, men foreldrini hava sett onnur fólk at leita síðani, men higartil uttan úrslit.