Í dag leggur G! Festivalurin fýra nøvn aftrat skránni. Talan er um Budam, Hogni, Guðrið Hansdóttir og Sic. -Næstu dagarnar hava vit nýggjar avdúkingar hvønn dag, sigur G! Festivalurin.
-Mikudagin hava vit tíðindi um nakrar sera spennandi upplivingar, sum ikki hava
beinleiðis við tónleik at gera. Hósdagin hava vit bæði útlendsk og føroysk növn sum
koma at framføra í Grundini og fríggjadagin hava vit fleiri nøvn úr okkara
grannalondum, sigur Jón Tyril.
Les meira um bólkarnar og hoyr tónleik á gfestival.fo
Við teimum 4 növnunum í dag eru tilsamans 17 bólkar og einstaklingar kunngjørdir
higartil:
útlendskir:
Blind Boys of Alabama (US), Meshuggah (SE), Fallulah (DK), Movits! (SE), The
Tennessee Mafia Jug Band (US), Skálmöld (IS)
føroyskir:
Budam, Hogni, Páll Finnur Páll, Guðrið, Hamferð, Sic, Gipsy Train, The Mirror Men,
Lis í Dali, Annemarie Zimakoff, Guðrun og Bartal
Hetta upplýsir G! Festivalurin í dag.