Fýra heiðursmerki í Reykjavík

Fyrrakvøldið kom føroyski landsliðshópurin í borðtennis aftur til Føroya eftir at hava luttikið í Arctic Open í Reykjavík. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.


Føroyingarnir komu heimaftur við fýra heiðursmerkjum – tveimum av silvuri og tveimum av bronsu. Kvinnulandsliðið, mannað við Duritu F. Jensen, Onnu Mikkjalsdóttir og Mariu Albinus, vann silvur í liðkappingini. Har vóru fýra lið við.


Manslandsliðið, mannað við Halli Thorsteinsson, Fróða F. Jensen og Pæturi Albinus, vann bronsu ímillum tey átta liðini í liðkappingini hjá monnum. Í blandaðum tvímansleiki vunnu systkini bæði, Fróði og Durita F. Jensen, bronsu.


Besta úrslitið mundi vera í einamansleiki hjá kvinnum, har Durita F. Jensen eftir eina frálíka kapping spældi seg heilt í finaluna, har hon tó mátti boyggja seg fyri íslendsku Kolfinnu Bjarnadóttir. Harvið vann hon silvur.


Hetta var triðju ferð, at skipað varð fyri Arctic Open. Næsta ár verður Føroyar vertur fyri kappingini, sum tá eisini verður liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Gotlandi, har føroyska borðtennislandsliðið eisini fer at luttaka.