Tá aðalfundurin hjá FSF var um at vera liðugur og bara punktið ymiskt var eftir, bað Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, um orðið. Hann var á fundinum saman við hinum báðum starvsnevndarlimunum, Sverra Midjord, næstformanni, og Petur Elias Petersen, skrivara.
Í fjør var Heðin Mortensen í orðadrátti við Torleif Sigurðsson um Tórsvøll. Ta ferðina var Heðin Mortensen ikki serliga fegin um støðuna, sum FSF formaðurin hevði, men tað darvaði so ikki formanninum í hesa ferð at koma við ikki færri enn fýra gullnálum til nevndarlimir í FSF.
Ásetingarnar hjá ÍSF siga, at gullnálin skal latast nevndarlimum í ÍSF og sersambondunum, tá teir hava tænt í fleiri enn tíggju ár. Áður hava Torleif Sigurðsson og Børge B. Hansen fingið gullnálina frá ÍSF, og hesa ferð vóru tað Óli Holm, Jens Erik Magnussen, Jákup Simonsen og Dánjal Andreasen, sum stóðu fyri tørni. Hesin seinast nevndi var ikki á aðalfundinum, tí hann siglir, men hinir tríggir fingu nál og skreytblað, sum var sett í gullrammu.