Fýra fólk hava fingið skaða

- Vit kunnu vátta, at fýra persónar hava fingið skaða í Kollafjarðartunlinum, harav tann eini persónurin situr innistongdur í bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur við In.fo beint nú, at fýra fólk hava fingið skaða í teimum báðum ferðsluóhappunum, sum hava verið í hvør sínum enda á Kollafjarðartunlinum, harav annað óhappið var ein harmonikusamanstoytur.

 

- Vit kunnu vátta, at fýra persónar hava fingið skaða, og ein situr í løtuni innistongdur í bilinum. Tað er ikki soleiðis, at viðkomandi er kroystur fastur, men at bilurin er so mikið illa farin, at hann má klippast, so viðkomandi sleppur út.

 

Løgreglan sigur, at tað er hetta, sum hjálpar-og bjargingarfólk eru í holt við beint nú. Lagt verður aftrat, at tá ógreitt er, hvussu støðan hjá persóninum er, sum er innistongdur í bilinum, er neyðugt at klippa, soleiðis at eingin óneyður skaði stendst, tá viðkomandi verður tikin út úr bilinum.

 

Vaktleiðarin sigur seg í núverandi løtu ikki vita nágreiniliga, hvussu støðan hjá teimum skaddu er, men sum skilst, kann tann eini persónurin hava brotið armin, og ein annar hevur eftir øllum at døma fingið snudd í pannuna.