Fýra fólk deyð í donsku ferðsluni

Ferðsluóhapp í Fyn og Jyllandi hava upp á minni enn eitt samdøgur kostað fýra fólkum lívið. Í øllum trimum førunum hevur talan verið um bilar, sum eru komnir í skeiva síðu á vegnum Um 18 tíðina sunnudagin rendu tveir bilar saman við Salling á Fyn. Førarin á øðrum bilinum misti tamarhaldið og endaði í skeivari, har hann rendi inn í bilin hjá einum eldri pari. 28 ára gamli førarin doyði á staðnum, meðan tað eldra parið slapp við smærri skaðum.

Seinni sunnukvøldið mistu tveir menn lívið í einum yvirhálingsvanlukku á Nordre Ringvej í Silkeborg. Hetta hendi, tá ið teir rendu saman við einum lastbili. 29 ára gamli førarin doyði á staðnum, og løgreglan upplýsir, at 26 ára gamli vinmaður hansara doyði á sjúkrahúsinum fáar tímar seinni.

Tað triðja óhappið hendi, tá ið ein 36 ára gomul kvinna kom koyrandi á skotara á súkklubreytini og koyrdi út á vegin, har súkklubreytin endaði. Hon bleiv ákoyrd av einum mótkoyrandi bili, ið var komin yvir í skeivu síðu á vegnum. 36 ára gamla kvinnan doyði, og 18 ára gamli førarin á bilinum kann nú verða dømur fyri óviljað manndráp.

Jesper Sølund skrásetinarleiðari í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Danmark heldur, at fýra mist mannalív í ferðsluni upp á ein dag er eitt nógv, men ikki alarmerandi tal.

- Tað eru trý óhapp við tilsamans fýra mistum lívum. Hetta er ikki óvanligt. Vit hava upplivað vikuskifti, har tað hava verið upp í átta-níggju fólk, ið hava latið lív.

Hann heftir seg við, at talið av dripnum í ferðsluni í 2009 liggur lægri enn talið í 2007 og 2008.

Í 2007 og 2008 doyðu 406 fólk í ferðsluni. Í ár bendir alt á, at talið ikki fer upp um tey 350.