Fýra bilførarar settu koyrikortið í vanda

Teir vóru ikki nóg ansnir ímeðan teir koyrdu og tað kann verða fýrt fyri teir

 

Í gjár vóru fýra ferðsluóhapp, har bilførarar ikki hildu sína treytaleysu víkiskyldu, ella ikki ansaðu nóg væl eftir bilinum frammanfyri.

Í øllum fýra óhappunum fingu bilarnir nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.

Í trimum av óhappunum var talan um at tann eini bilførarin hevði treytaleysa víkiskyldu, sum hann ikki helt við teirri avleiðing, at hann stoytti saman við bilin, sum ikki hevði víkiskyldu.

Óhapp av hesum slagi, kosta bilføraranum eina bót upp á 2.000 krónur. Men tá ið skaði stendst av óhappum, sum hesum, missur bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna, koyrikortið. Hann kann missa tað treytaleyst, ella treytað, alt eftir, hvussu álvarsligt ferðsluóhappið er. Missur hann tað treytað, má taka tað av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

Í tí fjórða óhappinum ansaði ein bilførari ikki nóg væl eftir bilinum framman fyri og tískil helt hann heldur ikki neyðugu frástøðuna. So tá ið bilurin frammanfyri bremsaði, rendi bilurin aftan fyri, á hann.

Skaðin var lítil, men tað kostar bilføraranum eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1.500 krónur.