Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið, fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond í Havn. Og tað var eitt óhapp av tí ógvusliga slagnum, tí talan var um ein treylara, sum hevði rent á.
Løgreglan sigur, at treylarin rendi á ein bil, sum stóð parkaraður við vegjaðaran. Parkeraði bilurin varð slongur á ein annan parkeraðan bil, sum so aftur varð slongdur á ein triðja bil, sum eisini stóð parkeraður.
Løgreglan sigur, at einki fólk var í teimum teimum trimum, parkeraðu, bilinum, so fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu stóran skaða.
Løgreglan veit ikki enn, hví treylarin rendi á.