Fjør vár varð ein 17 ára gamal drongur tikin fyri at hava verið í song við eini gentu undir 15 ár.
Ta ferðina fór málið ikki í rættin. Hann slapp við eini ávaring.
Men tað gingu bara nakrir fáir mánaðir, so varð drongurin tikin fyri sama brotsverk við eini aðrari gentu, og fríggjadagin í seinastu viku var hann fyri rættinum.
Hann segði, at hann ikki visti, hvussu gomul gentan var, men onkur hevði sagt honum, at hon var fimtan ára gomul. Tað hevði hon eisini sagt.
Men gentan var bara 14 ára gomul.
Drongurin játtaði at hava verið í song við gentuni, eisini eftir at hava fingið at vita, hvussu ung hon var.
Tey komu bara saman í nakrar mánaðir.
Ólógligt
Hann segði, at tað mest var gentan sjálv, sum vildi.
Men tað hevði ongan týdning, fekk hann greitt at vita frá dómaranum. Tað er ikki lógligt.
Tá ið hann fyrstu ferð varð tikin, varð honum eisini gjørt púra greitt, at slíkt mátti ikki henda aftur.
Tann nú 18 ára gamli maðurin var eisini ákærdur fyri at hava verið við til tveir bilstuldrar og eitt innbrot.
Dómurin var tríggjar mánaðir treytað fongsulsrevsing, 5000 krónur í bót og at gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Dómurin var treytaður út frá persónligu viðurskiftunum hjá manninum, sum stríðist við sálarligar trupulleikar.
Av tí sama skuldi hann í viðgerð og vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini í eitt ár.
Dómarin hevði fremstafingur á lofti og segði, at hetta var fyrstu ferð, maðurin hevur verið í rættinum, og hon vónaði ikki at síggja hann aftur har.
- Um tað hendir aftur, skalt tú inn at sita, segði dómarin.
Foreldrini fingu eisini at vita, at tey eiga ikki at gjalda bótina, sum er ætlað sum ein læra.
Tað ber til at gera avtalu um at rinda eina bót í smáum.